Tað skrivar bretski miðilin The Guardian við støði í einari greining.
Sambært miðlinum er stóra avlopið millum annað ein avleiðing av ófriðinum millum Iran og Ísrael, sum hevur trýst oljuprísin upp.
Greiningin fevnir um tíðarskeiðið fram til endan av juni, sum er fyrsti heili roknskaparfjórðingur eftir, at kríggið byrjaði 28. februar.
Feløgini, sum eru við í greiningini, eru Aramco, BP, Shell, Equinor, TotalEnergies, Eni, Chevron og ExxonMobil.
Hægri oljuprísir hava givið feløgunum munandi størri inntøkur, samstundis sum óvissan á altjóða orkumarknaðinum er vaksin orsakað av stríðnum í Miðeystri.











