Poppbólkurin Dynamit hevur havt nakrar ógloymandi framførslur á Vágsbø ígjøgnum árini. Bólkurin spældi fyrstu ferð á Summar Festivalinum í 2005, og tað varð stóra endurreisnin hjá bólkinum, sum var nakað gloymdur, og í grundini var meira ella minni givin at spæla live.
Framførslan í 2005 var framúrskarandi, og móttøkan var betur, enn nakar hevði væntað. Dynamit hevði gjørt comeback, og bólkurin gjørdist eftir hetta størri, enn hann nakrantíð áður hevði verið.
Nú er Dynamit aftur til reiðar at spæla á Vágsbø, og tað verður við fullum útblástri.
– Dynamit hevur heimavøll á Vágsbø, og vit eru vit sera fegnir um, at vit fáa høvi at spæla aftur í ár. Vit gleða okkum til at spæla fyri einari stórari áhoyrarafjøld á Vágsbø, sum syngur væl við, og vit kunnu lova øllum eina minniliga konsert, sigur Niclas Heri Jákupsson, oddamaður í Dynamit.
Dynamit gav fyrstu sangirnar út í 1980'unum og var sera væl umtóktur dansibólkur tá í tíðini. Teir hittaðu við fleiri sangum á útgávum og í útvarpinum, og í nýggjari tíð hava teir lagt landaplágur aftrat. Kendastu sangir hjá Dynamit eru "Grøv nummar 13", "Pápi tín býr ei í Tórshavn", "Á, lat meg vera", "Bangin", "Omman við Gjógv" og "Til allar kvinnur".
Dynamit spælir á Vágsbø fríggjakvøldið kl. 01.
##med2##











