FSF skrivar:
- Nú ber til at atkvøða um, hvør skal verða kosin besti spælari í MeistaraDeildini hjá kvinnum í juni mánaði. Atkvøðugreiðslan fer fram í sona-appini, og atkvøðast kann til leygarkvøldið á midnátt
——————
Komandi sunnudag verður farið undir endaspælið í MeistaraDeildini hjá kvinnum, men undan fyrstu dystunum skulu fjepparar velja besta spælara í juni.
Tríggjar spælarar eru tilnevndar. HB eigur tvær av tilnevningunum við Brá Zakariasardóttir og Juliu Naomi Mortensen, meðan Evelin Mastropasqua úr 07 Vestur er triðja navnið á listanum.
Atkvøðugreiðslan er opin á sona-appini til leygarkvøldið á midnátt.
HB byrjar annars fremst í ovara bólki í endaspælinum við 34 stigum, meðan KÍ er á øðrum plássi við 31 stigum. Víkingur hevur 24 stig, og Skála, sum er flutt upp í ovara bólk, eftir at NSÍ hevur tikið liðið úr kappingini, byrjar endaspælið við tíggju stigum.
Í niðara bólki er B36 fremst, 07 Vestur nummar tvey, meðan FC Suðuroy og ÍF, sum er komin upp úr 1. deild, eru á ávikavist triðja og fjórða plássi. Skrivar FSF.











