Løgtingið aftur til arbeiðið: Fýra lógaruppskot á skránni í morgin

Løgtingið fer í morgin klokkan 10 undir fyrstu viðgerð av fýra lógaruppskotum, sum eru løgd fram eftir ólavsøku.

Málini snúgva seg um fiskivinnu, barsilsskipanina og stuðul til barnafamiljur.

Fyrsta málið er uppskotið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Bárði á Steig Nielsen, um at geva útróðrarbátum í bólki 5B 750 eyka fiskidagar í fiskiárinum 2026.

Endamálið er at tryggja, at bátarnir kunnu halda fram við fiskiskapi longur út á árið, tí teir eru um at hava brúkt allar teir tillutaðu fiskidagarnar.

Málið verður sent Vinnunevndini eftir fyrstu viðgerð.

Síðani skal Løgtingið viðgera uppskot frá landsstýriskvinnuni í almanna- og bústaðarmálum um at hækka játtanina til nýggju talgildu barsilsskipanina.

Landsstýrið biður um 2,5 milliónir krónur afturat og um at leingja gildistíðina fyri verkætlanina eitt ár, so skipanin kann gerast liðug.

Hetta málið verður beint í Fíggjarnevndina.

Triðja málið er uppskotið frá andstøðuflokkunum Tjóðveldi og Sjálvstýri um at hækka ferðastuðulin fyribils.

Flokkarnir vilja broyta reglurnar um stuðul til ferðaútreiðslur, og eisini hetta uppskotið verður sent Fíggjarnevndini.

Seinasta lógaruppskotið, sum eisini er frá Tjóðveldi og Framsókn, snýr seg um familjuískoytið.

Her verður skotið upp at hækka orkuískoytið og samstundis hækka bæði inntøku- og ognarmørkini, so fleiri familjur kunnu fáa stuðul.

Hetta málið verður sent Trivnaðarnevndini eftir fyrstu viðgerð.

Tingið hevur í dag og í gjár viðgjørt ólavsøkurøðu løgmans. Nú verður farið undir vanliga tingarbeiðið.