Tað skriva fleiri altjóða miðlar, millum annað bretsku The Times og Sky News.
Fundurin verður hildin mikudagin í marokkanska høvuðsstaðnum Rabat, har Infantino er staddur í løtuni.
Miðlarnir upplýsa ikki í smálutum, hvat verður á skránni fyri fundin. Hann kemur tó eftir eina tíð, har Fifa hevur verið fyri atfinningum úr fleiri londum og fótbóltsfelagsskapum.
Fifa hevur enn ikki alment sagt, hvat kreppufundurin fer at snúgva seg um.











