Kaj Leo í Bartalsstovu fer nú í gongd við sítt áttanda kappingarár í íslendskum fótbólti.
Aftaná at hava roynt seg í FH, ÍBV, Vali og Akranesi í bestu deildina, so skal Kaj Leo nú royna seg í Leiknir í Reykjavík í næstbestu deildini.
Við FH og Vali gjørdist Kaj Leo íslandsmeistari, og við ÍBV gjørdist hann steypavinnari. Við Akranesi gekk minni væl, tí teir duttu úr bestu deildini í fjør.
Nú verður tað so Leiknir sum hetta kappingarárið fær gleði av mongu royndunum hjá Kaj Leo í íslendskum fótbólti.
Kaj Leo hevur skotið 12 mál í 120 dystum í bestu íslendsku deildini. Í steypakappingini hevur hepnast væl hjá honum, har hevur hann skotið níggju mál í 15 dystum.
Klokkan 15 í dag sleppur Kaj Leo at royna seg í steypakappingini, tá Leiknir á Leiknisvøllinum í Reykjavík tekur móti Árbær.