Ein dag í farnu viku ætlaði rullandi redaktiónin sær til Sands.
Haðar kom hon eisini í øllum góðum. Men annar blaðmaðurin og myndamaðurin fóru av misgávum umborð á Trónd í somikið góðari tíð, at teir í fyrsta umfari endaðu úti í Hesti. Ímeðan sat hin blaðmaðurin á Gomlurætt og bíðaði eftir horvnu starvsfeløgunum.
Ókent land
Hvat er til ráða at taka, tá ið manningin umborð á Tróndi smáflennandi staðfestir, at bíðað bert verður einar 10 minuttir í Hesti? Jú, vit báðir hildu, at best mundi vera at royna eitt sindur av góðum gomlum kolumbus-journalistikki.
Hestur var eisini ókent land; í hvussu so er fyri blaðmannin. Hetta var fyrstu ferð, hann var út í Hesti, og so var tað ikki so frægt sum við vilja.
Steffan og Jónvør
Avtalað varð, at vit fóru at royna at finna børn í Hesti.
Vápnaðir við myndatóli, A5-blokki og kúlupenni, lupu vit í land um níggjutíðina hendan morgunin. Børn vóru í eygsjón beinanvegin: Steffan Johannesen og Jónvør Silvurstein.
Vit og tvey onnur í skúla
Halló, ganga tit í skúla?
? Ja.
Hava tit frí dag?
? Nei.
Hvørjum flokki gongur tú í, lítli mín?
? Fyrsta.
Hvussu eitur tú so?
? Steffan.
Steffan, og hvat meira?
? Johannesen.
Johansen?
? Ha?
Johansen?
? Nei. Eg eiti Steffan Johannesen
(Pínadoy, sum eg eri dulur) Og hon sjálv, ert tú systir Steffan?
? Nei.
Hvussu nógv børn eru tit í skúlanum her úti, Steffan?
? Tvey onnur.
Ørindi fyri Mary
Hvat gera tit niðri á keiini nú. Hava tit frí?
? Nei.
Hví eru tit ikki í skúla, hvat feilar?
Jónvør: ? Vit eru komin oman á bátin.
Plagdu tit at fara oman at hyggja, um nakar er, sum tit kenna?
? Mnaaa. Nei, Mary plagar at fáa ein svartan posa við bløðum og sóvritt.
Plagdu tit so at fara umborð eftir honum?
? Ja.
Fyri hana?
? Ja.
Og Mary, er hon lærarin hjá tykkum?
? Nei.
Hvør er hon?
? Hon er tann, sum gongur í sætta.
So. Plagdu tit at ganga ørindi fyri hana?
? Ja.
Hava tit fríkorter nú?
? Mnnjaa.
Men hoyr okkum, Jónvør, hvørjum flokki gongur tú í?
? Fjórða.
Hvønn lærara hava tit?
? Jóan Pætur.
Trillar mostursonin
Sig okkum, Jónvør, hvat dámar tykkum at búgva í Hesti. Er tað ikki deiligt?
? Jú.
Ikki keðiligt?
? Nei.
Álvara, tú lýgur ikki fyri okkum, ha?
? Nei.
Eru nógv børn at spæla við?
? Naaai...men eg eigi ein mosturson her.
(Ein mosturson..?) Hvussu gamal er hann?
? Hann er eitt ár.
Sleppur tú at trilla hann, meðni?
? Ja.
Átta børn og eitt á veg
Tú, Steffan, hvat gert tú um dagarnar. Hevur tú nakran at spæla við?
? Ja, ein sum er tvey ár yngri.
(Jónvør: ? Tað er beiggi mín.)
? Lítli beiggi...
Tímir tú at spæla við ein, sum bara er fimm ár?
? Ja, vit spæla altíð Nintendo.
(Eisini Nintendi her úti..!) Tað skal eg halda við. Hvussu nógv børn eru í Hesti?
Jónvør: ? Eeeee. Bíða nú. Fýra. fimm...eini átta. Ja, okkurt sóvritt.
Steffan: ? Fýra lítil, og eitt í buggilinginum hjá Helgu.
Hjá Helgu? Hvør er hon?
Steffan: ? Mamma Mary.
(Hygga tað raska). Jónvør, hava tit so mommur, pápar, ommur og abbar og eg veit ikki hvat kring tykkum?
? Jaaa.
Ikki eisini langommur og langabbar, ha?
Jónvør: ? Eg eigi eina langommu.
Á, Jesus. Býr hon inni hjá tykkum?
? Mnnnei. Hon býr beint við síðuna av ommu.
Hygga síggj. Hoyrið okkum, hvat fara tit at gera í dag, tá ið tit eru liðug í skúlanum. Spæla Nintendo?
Jónvør: ? Veit ikki. Eg plagi ikki at spæla so nógv. Eg plagi altíð at hyggja at.
So, so.
Bóndadóttir
Tú, Jónvør; fert tú altíð at búgva í Hesti?
? Tjaaa. Eg ætli mær at vera bóndi.
Ætlar tú tað. Her úti?
? Ja.
Hyggja síggj. So pápin er bóndi.
? Nei, mamma mín.
Púra beint. Og hvat hava tit. Hava tit nógvan seyð og neyt eisini?
? Jaaa.
Hjálpir tú til á garðinum?
? Ja.
Hvat gert tú?
? Eg plagi at vera við mammu og mjólka og sóvritt.
Ja, og tað dugir tú?
? Ja, vit hava maskinur at mjólka við.
Og tú lítli Steffan. Fert tú eisini altíð at búgva í Hesti?
? Tað veit eg ikki
(Jónvør: ? Hann fer kanska til Havnar í næsta ár)
Á ja, fara tey at flyta?
? Ja.
So, so, men, Jónvør, tú fert ikki at flyta, ha?
? Nei.
Bestilla úr Skopun
Nú fáa tit skjótt so fínt skip at sigla í, so tað verður so vælsignað. Men, sig okkum, hví er tað so gott at vera í Hesti?
? Eg veit ikki. Deiligt veður.
Men, hvat við Havnini. Tú hevur væl verið ofta í Havn. Hvat heldur tú um tað. Er tað ikki gott eisini?
? Mnnjú. So fær mann okkurt bomm, ella okkurt sóvritt.
Men ber ikki til at keypa drops her úti?
? ......øø..... nei, her er eingin handil.
Keypa tit so ordiliga nógv, tá ið tit eru í Havn?
? Nei, vit plaga at bestilla úr Skopun.
Ná. Og so fara øll oman á keiina og standa har og gníggja hendur, meðan bíðað verður eftir dropsunum?
? Ja.
(So, her er gott at vera, hóast ongin handil er...). Her er eisini friðarligt, ikki so?
? Jú.
Ongir bilar?
? Nei, bara traktorar.
Á, Jesus navn. Nú fer Tróndur skjótt. Hava tit fingið posan í land?
? Ja.
Nær skulu tit so aftur í skúla?
? Um eina løtu.
Bei, tit bæði...
? Bei, bei...
Aftur umborð á gamla Tróndi. Sjáldsamir gestir á sjáldsomum degi. Hin 29. február var, og blaðmaðurin kundi skriva sær eina oyggj aftur at á listan við vitjaðum oyggjum.
Næstu ferð vit fara út í Hest, fara vit at spyrja eftir Jónvør og Steffani. Og eftir nýgginda undrinum í buggilinginum hjá Helgu.