Ávara ímóti einum slagi av rúsdrekka

Tað hevur verið at fáa í Rúsuni, men tað er ov nógv týingarevni í nøkrum av fløskunum

Í dag ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti einum slagi av rúsdrekka, sum hevur verið at fáa til keyps í Rúsunum kring landið. Talan er um eitt slag av lakress-likøri, sum kallast Råstof, nevniliga »Råstoff Pure Liquorice«, sum verður gjørt burtur úr lakresspulvuri og øðrum. Og orsøkin til ávaringina er, at tað er ov nógv týningarevni í lakresspulvurinum, sum er í summum av fløskunum. Týningarevnið er undir illgruna fyri at vera heilsuskaðiligt, tá ið tað fer upp um eitt ávíst markvirðið og tað er hetta, sum er hent í hesum førum.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir á fólk, sum liggja inni við hesum ávísu fløskunum um at lata tær aftur í Rúsuna, ella at beina tør burtur.