Avbjóðingarnar hava ongantíð verið størri

Heilsan frá ábyrgdarblaðstjóranum

Tað sigst, at ein klaksvíkingur eina ferð skuldi siga, at hann tímdi ikki longur at arbeiða í grótbrotinum. Orsøkina segði hann vera, at arbeiðið ongantíð varð liðugt!
Nakað soleiðis er tað at vera til arbeiðis á einum blaði. Áðrenn dagsins blað er farið út av húsinum og í pressuna, so er sjøtul settur á næsta blaðið, og støðugt verður hugsað og lagt til rættis, hvussu næstu og uppaftur næstu bløðini skulu síggja út, og hvat innihaldið skal verða.
Talan er um serliga bransju, og tað er einki loyndarmál, at kappingin er rættuliga tøtt. Søgan sigur, at føroysku bløðini vóru væl fleiri fyri 20 árum síðani, enn tey eru í dag. Fleiri hoyknaðu og komu ikki fyri seg aftur. Men hugurin at fara undir nýggjar blaðútgávur tykist framvegis at vera góður. Fleiri royndir hava verið gjørdar. Onkur er dottin niður fyri í árinum, sum nú er um at vera runnið, og onnur hava brotið upp um armar, tí tey hava hildið seg sæð ein nýggjan glotta og møguleika. Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað at vera. Møguleikarnir og avbjóðingarnar eru víðopnar.
Sosialurin verður hvønn einasta dag mintur á, hvussu karmarnir og fyritreytirnar at liva í og undir eru.

Gott ár
Ársskiftið er ikki høvi bert at leggja seg afturá og í sjálvsgleði at staðfesta, at tað eisini í hesum árinum eydnaðist at fáa blaðið út hvønn dag. Avbjóðingar liggja fyri framman. Tær eru nógvar, fjøltáttaðar og spennandi, og framtíðin fer at vísa, hvørjar tær eru. Men áðrenn onkur teirra verður nevnd, so loyva vit okkum at siga, at 2004 hevur verið eitt hampuliga gott ár fyri Sosialin.
Lesararnir og lýsararnir hava tikið so mikið dyggiliga undir, at tað hevur verið møguleiki at styrkt um blaðið. Samlaða síðutalið er stórt, og upplagið økist støðugt. Í hesum árinum hevur tað eydnast prentkvøldið at fáa blaðið út til ein ógvuliga stóran part av haldarunum og mest sum allar leysasølurnar.
Nøkur av innihaldsligu málunum eru eisini rokkin. Eitt nú at styrkja um vikuskiftistilfarið, uttanlandstilfarið og navnatilfarið, og tað hevur eydnast hesar seinastu vikurnar at hava serligt vinnutilfar. At hetta síðsta hevur fingið góða móttøku gevur treysti at halda fram við hesum. Gamli dreymurin at birta undir og kveikja debatttilfarið tykist eisini verða um at gerast til veruleika. Tá ið tað eftir summarfrítíðina varð farið undir at styrkja um vikuskiftisblaðið, varð sagt, at ætlanin var viðhvørt at geva kronikkirnar, tinghelluanalysurnar og relevant debattilfar annars út í bóklingi. Hetta er framvegis ætlanin.

Nýggjar ætlanir
Hvat nýggja árið fer at bera við sær, fer tíðin at vísa. Mennesker spår, men Gud han rår, plagar at vera tikið til. Katastrofan í Bengalsku víkini í hesi vikuni er enn ein undirstriking av, at tað kann vera so skjótt, at fyritreytirnar gerast heilt øðrvísi, enn tær tóktust at vera.
Eingin skal ivast í, at á Sosialinum verða ætlanir lagdar. Í einum blaðhúsi er tað sjúkueyðkenni, um nýggjar hugsanir og ætlanir ikki verða klæktar. Summar gerast til veruleika heilt skjótt, meðan aðrar bíða ella kanska detta heilt niður fyri. Avbjóðingin er ikki at seta seg upp afturá og at vera nøgdur við tað, sum er. Tað hevði verið tann vissi deyði.
Onkrar ætlanir hjá okkum eru so tætt undir borðinum, at vit avgjørt rokna við, at tær fara at gerast veruleiki. Ein er, at Sosialurin um ikki so langa tíð fer at flyta av Argjum og heim í miðbýin í Havn, har handilin hjá Valdemar Lutzen verður karmur um framtíðar virksemið hjá blaðnum.
Blaðnum er kanska ikki heilt tað rætta orðið. Avbjóðingarnar í miðlaheiminum eru nógvar og stórar. Ein er, at traditionellu bløðini gerast til margfaldir miðlar ella miðlahús. At Sosialurin skal gerast miðlahús, sum er í uppaftur tættari samskifti við brúkararnar, enn hann higartil hevur verið, er ein av dreymunum. Flytingin í miðbýin í høvuðsstaðnum fer at fjøltátta møguleikarnar. Hvussu hetta ætlast at verða gjørt, og harvið hvussu hetta ætlast at kennast aftur í samskiftinum millum blaði og lesararnar og lýsararnar fer at verða meiri at frætta um seinni í vetur og í vár. Avbjóðingarnar bíða, og blaðið og tað vil siga starvsfólkini eru eisini í hesum førinum sinnað at taka við teimum.

Sosialurin vil takka lesarum sínum fyri 2004, og vit ynskja øllum eitt gott nýggjár.

Jan Müller,
ábyrgdarblaðstjóri