Landsstýriskvinnan í mentamálum fær í dag handa álit um serskúlar fyri børn við serligum tørvi. Hetta segði landstýriskvinnan við tíðindasendingina hjá Rás2 á middegi Ingvald á Kamarinum, sum rekur danskan serskúla fyri børn við menningarórógvi, greiddi í Sosialinum í gjár frá, at hann fyri tveimum árum síðani søkti Mentamálaráðið um at seta líknandi skúla á stovn í Føroyum.
Men hann hevur í tvey ár einki svar fingið frá Mentamálaráðnum.
Mentamálaráðið hevur fleiri umsøknir um serskúlar, og í tíðindasendingini hjá Rás2 á middegi segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í Mentamálum, at hon fær eitt álit um serskúlar handað í dag. Og at hon ætlar at taka avgerð í málinum longu í næstu viku.
Formaðurin í Føroya Lærarafelagið segði við Rás2 í gjár, at fólkaskúlin er ein søkkandi skúta, tí ábyrgdarbýtið millum land og kommunur er so ógreitt, at skúlaleiðarar ikki hava møguleika at leiða og menna skúlarnar.
Til hetta sigur Kristina Háfoss:
- Samgongan hevur avgjørt, at ein avgerð skal takast.
Men málið um ábyrgdarbýtið millum land og kommunur skal viðgerast nærri, og hon kundi ikki lovað, um nøkur endalig avgerð verður tikin í ár.