Avgerð um Tobba fellur í morgin

Løgmaður hevur boðað frá, at hann sendir út tíðindaskriv fyrrapartin í morgin við úrslitinum av kanningini, løgmansfyrisitingin hevur gjørt av Tórbirni Jacobsen

Eftir at Tórbjørn Jacobsen gjørdist landsstýrismaður í fiskivinnu- og tilfeingismálum, er ymiskt komið undan kavi viðvíkjandi hansara persónligu viðurskiftum.

Heilt ítøkiliga eru tað tvey mál sum gera, at spurnartekin eru sett við hansara habilitet sum landsstýrismaður.

Í fyrsta lagi stendur hansara felag sambært egnum roknskapum at skylda landskassanum 41,4 mió. krónur. Hin spurningurin er ein ivasom partabrævasøla úr felagnum, har Tórbjørn Jacobsen var stjóri, til sín sjálvs og pápa sín fyri ein, at síggja til, undirprís í 2004.

Sambært prógvum, sum Sosialurin førdi fram í síðstu viku, stóð Kongshavnar Útgerðarfelag sum eigari av partabrøvunum 1. oktober 2004. Hetta sæst at lesa í einum prospekti, sum Kaupthing gjørdi fyri Atlantic Petroleum í sambandi við kapitalhækkan. Hetta prospektið er undirskrivað 7. oktober 2004, og sjálv partabrævasølan fór fram frá 16. til 31. desember 2004. Ásetti kursurin var 265.

Ikki bert vóru Kongshavnar Útgerðarfelag og Tórbjørn Jacobsen óvitandi um henda kurs, men teir mettu tað heldur ikki neyðugt at spyrja uttanveltaðan ráðgeva um eina kursmeting. Sostatt fór sølan fram fyri kurs 100 ? tað sama sum felagið keypti partabrøvini fyri ? hóast Kongshavnar Útróðrarfelag sambært tíðindaskrivi seldi partabrøvini fyri at útvega felagnum pening.

Við at nýtt kursin í prospektinum kundi felagið fingið 1,65 milliónir meiri fyri partabrøvini.

Hvussu løgfrøðingarnir í Tinganesi meta um hetta og onnur mál í kanningini, fæst svar upp á í morgin.