Tað spyr minnilutin í Rættarnevndini hjá Løgtinginum, Hervør Pálsdóttir, Ingilín Didriksen Strøm og Kristianna Winther Poulsen.
Tær hava hesar viðmerkingar til málið, sum kemur til 2. viðgerð í Løgtinginum á tingfundinum í morgin klokkan 11.
Í Føroyum er tað sum at fara í eina labyrint, kemur ein kvinna í ta støðu, at hon ynskir at fáa fosturtøku.
Kvinnur skulu finna runt í einum heilsuverki og samfelag, har allar kvinnur ikki eru eins stillaðar.
Summar kvinnur fáa ta viðgerðina, tær hava vilja hava, og aðrar ikki. Kvinnur sjoppa lækna í vón um at sleppa gjøgnum nálareygað. Aðrar noyðast at keypa sær billettina av landinum á privatklinikk. Her er ikki rættartrygd, sjálvsavgerðarrættur ella javnrættur fyri kvinnur.
Í dag eru tað læknar, ið taka avgerðina. Læknarnir skulu taka avgerðina út frá eini lóg, ið er so gomul og ótíðarhóskandi, at hon ikki livir upp til javnviðgerð og rættartrygd hjá læknanum og kvinnuni.
Sambært Læknafelag Føroya ynskja læknarnir ikki at taka avgerðina. Teir halda, at kvinnan er betur før fyri at taka røttu avgerðina fyri seg. Í kanning hjá Læknafelag Føroya hildu 89% av teimum, ið svaraðu, at kvinnan skal hava rættin at velja sjálv. Í hoyringunum og í samfelagskjakinum annars er komið fram, at sambandið millum lækna og kvinnu verður betri, tá kvinnan eigur rættin at velja sjálv.
Tí tá hevur kvinnan betri møguleika at spyrja seg fyri og hugsa seg um. Læknin hevur betri møguleika at ráðgeva og tosa við kvinnuna, tí læknin skal fyrihalda seg til øðrvísi støður enn eftir verandi forboðslóggávu. Í dag møtir læknin ikki kvinnuni á sama hátt, sum viðkomandi møtir øllum øðrum patientum, tí her er ein lóggáva, ið spælir inn og ger, at læknin fyrst og fremst má ansa eftir ikki sjálv at verða dømd eftir lógini, heldur enn atlitinum at kvinnuni.
Fosturtøkur hava altíð verið framdar og fara altíð at verða framdar. Trygt ella ótrygt. Lógliga ella ólógliga. Her í landinum ella aðrastaðni. Tað, sum er kjarnin í lógaruppskotinum, er ikki, um fosturtøkur frameftir skulu fremjast ella ikki. Kjarnin snýr seg um, hvør skal taka avgerðina.
Avgerðarrætturin verður fluttur frá læknanum til kvinnuna, tí hvør er betri enn kvinnan at taka endaligu avgerðina? Hvør er best ílatin og kennir kvinnuna og hennara lív, umstøður og viðurskifti betur, enn kvinnan sjálv?
Aftur at hesum uppskotinum og tí nærum einsljóðandi uppskotinum, ið landsstýrismaðurin í lógarmálum legði fram í 2024 (løgtingsmál 88/2023), er bert einaferð uppskot lagt fram um broytingar í lógini. Tað var eitt uppskot um eitt totalt abortbann. Øll løgtingsfólk hava síðani 1956 havt møguleikan at leggja fram uppskot um at betra og broyta lógina. Tað tykist eins og ongin í Løgtinginum heldur, at lógin frá 1956 er nøktandi. Tó hevur hugurin at broyta lógina ikki verið til staðar.
Tað vil siga, at ongin, uttan Miðflokkurin, sum vil banna fosturtøkum, hevur tikið stig til at broyta ásetingarnar um fosturtøkumarkið á 16 vikur, ásetingarnar um, at fosturtøkur kunnu loyvast grundað á ein illgruna um epilepsi ella “åndssvaghed” ella ásetingarnar um, at maðurin, sum hevur gjørt kvinnu við barn, kann fáa fongsulsrevsing, um hann ikki vil standa við sína ábyrgd, og hetta er ein viðvirkandi orsøk til, at ein kvinna velur at fáa abort. Eftir orðaskiftinum við 1. viðgerð at døma, er hetta ikki, tí tingfólk ikki hava eina meining um málið – heldur tvørturímóti eru meiningarnar so sterkar, at uppskotssetararnir verða lagdir undir at vera drápsfólk.
Hesin minnilutin heldur, at tíðin er búgvin at dagføra fosturtøkulógina í Føroyum. Vit mugu síggja veruleikan í eyguni. Vit mugu ikki útflyta hetta, eins og vit hava gjørt við onnur mál gjøgnum tíðina.
Vit yvirtóku málsøkið familjurættur í 2018. Tíðin er til, at vit taka ábyrgd av hesum málinum nú.
Hesin minnilutin heldur, at uppskotið, sum er lagt fram, setur góðar og virðiligar karmar um fosturtøku.
Við hesum uppskotinum verður fosturtøka loyvd til viku 12. Eftir viku 12 verður tað eitt fakligt samráð, ið skal taka avgerð um fosturtøku – og bert í heilt serligum førum verða fosturtøkur framdar eftir viku 12. Í dag verða 95% av øllum fosturtøkum í Føroyum framdar áðrenn viku 12. Onki bendir á, at hetta fer at broytast. Seinabortir eru ógvuliga fáar í tali, og tá tær umræður, verður altíð fingin til vegar ein meting aftrat úr danska heilsuverkinum um, hvør støðan er, og hvat tilmæli skal vera. Hesin minnilutin heldur tað eisini vera gott, at uppskotið ásetur, at kvinnan skal hava í boði óhefta ráðgeving og stuðulssamrøðu fyri og eftir inntrivið.
At seta markið á viku 12 metir hesin minnilutin vera hóskandi. Hetta gevur kvinnuni tíð at hugsa seg um, hvørja avgerð hon metir verða besta fyri seg og sínar umstøður, eins og tað hóast alt er so tíðliga í viðgongutíðini sum gjørligt.
Við hesum viðmerkingum tekur hesin minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.











