Tað sigur annar minniluti í Rættarnevndini hjá Løgtinginum, Helgi Abrahamsen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Steffan Klein Poulsen. Tey hava hesar viðmerkingar til uppskotið um fría fosturtøku, sum verður viðgjørt við 2. viðgerð í Løgtinginum í morgin klokkan 11:
“Føroyar skulu vera heimsins besta barnaland.” Tað var einaferð eitt vallyfti hjá einum politiskum flokki, og seinni hevur tað eisini verið ein málsetningur hjá landsstýrinum. Arbeiðast skuldi fyri tey, sum ikki hava eina sterka rødd í samfelagnum.
Hetta er ein góður málsetningur!
Men fyrsta treytin fyri, at Føroyar kunnu vera eitt gott barnaland er, at øll børn fáa loyvi til at verða fødd - uttan mun til sosiala støðu, brek, rasu, húðarlit, kyn, etniskan uppruna o.s.fr. Fær eitt barn ikki rættin at verða føtt, so kann alt annað gera tað sama.
Sjálvandi kunnu truplar støður vera orsøk til, at alt ikki er so svart og hvítt, sum vit vildu ynskt, at tað var. Tí hava vit eina fosturtøkulóg sum í síni tíð skuldi lofta hesum serligu avbjóðingunum. Tann lógin er gomul og átti fyri langari tíð síðani at verið dagførd.
Hetta uppskotið er ein munandi liberalisering samanborið við galdandi lóg. Summi hava víst á, at onkur treyt verður herd í mun til lógartekstin í gomlu lógini (sum í stóran mun tó ikki verður praktiseraður), og almenna Kringvarpið fór so langt sum at kalla uppskotið: “Málið um at seta markið fyri fosturtøku úr 16 vikum niður í 12 vikur.” Hetta er ein grov villleiðing. Málið snýr seg ikki um at stytta markið. Hetta er ein liberalisering, sum tekur øll rættindi frá barninum.
Tað sum í galdandi lóg eitur 16 vikur (í praksis 12 vikur), er markið fyri fosturtøku orsakað av teimum serligu umstøðunum – talan er ikki um fría fosturtøku.
Tað sum í hesum uppskotinum eitur 12 vikur, er markið fyri, hvussu leingi tað skal vera loyvt at velja fosturtøku uttan nakra kravda grundgeving yvirhøvur. Harafturat skal bera til at fáa fosturtøku framda eftir 12. viku undir serligum viðurskiftum.
Afturat hesum skal eisini vera møguligt at fáa fosturtøku framda, eftir at barnið verður mett at vera lívført (tað vil siga, at útlit eru til, at barnið kann yvirliva í øllum førum í nakrar vikur eftir inntrivið).
Sambært § 5 kann eitt lívført fostur verða tikið, um umstøðurnar í § 3, nr. 3 avgerandi tala fyri tí.
Sambært viðmerkingunum til § 5 kann hetta bara verða gjørt, um fostrið er álvarsliga sjúkt, ella hevur álvarslig avskap. Men í sjálvum lógartekstinum verða sjúka og avskap ikki nevnd sum einasta treyt.
Har stendur, at um fostrið er lívført, kann loyvi til fosturtøku verða givið, um umstøðurnar nevndar í § 3, nr. 3 avgerandi tala fyri tí.
Løgfrøðiliga verður eitt fostur mett sum eitt barn, um í minsta lagi 22 fullar vikur av viðgongutíðini eru farnar. Sostatt ber til at fáa fosturtøku framda heilt fram til viku 23, um barnið ikki væntast at fáa “vanligt virkisføri”.
§ 3, nr. 3 sigur, at fosturtøka kann millum annað verða framd orsakað av ættarbregði. Tað er sostatt ikki ein treyt, at sjúka skal vera staðfest hjá barninum, men talan kann vera um eitt púra frískt barn, sum verður tikið úr móðurlívi, tí mett verður, at tað møguliga kann hava eina álvarsliga sjúku.
Fosturtøka kann eisini verða loyvd eftir 12. viku orsakað av sosialum umstøðum hjá kvinnuni. Um viðgongutíðin, føðingin ella umsorganin fyri barninum má metast at elva til eina álvarsliga byrðu fyri kvinnuna, kann loyvi verða givið til fosturtøku. Tað er ikki ein treyt, at talan skal vera um nakran vanda fyri heilsuna hjá kvinnuni. Eisini spurningurin um onnur børn í familjuni telur við – um tey fáa “eina fullgóða uppaling,” sum tað eitur í viðmerkingunum til uppskotið.
Men hvat so um pápin er førur fyri at taka sær av barninum ella øðrum børnum? Er tað bara mamman, sum hevur ábyrgdina av børnum, húsi og heimi?
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at í sambandi við fosturtøku skulu atlit takast at bæði kvinnuni, fostrinum, manninum og heilsustarvsfólkum. Vit hava spurt í nevndini, hvørji atlit verða tikin at fostrinum, men tað er ringt at vísa á nakað, sum er til fyrimunar fyri barnið, tí endamálið er at gera tað lættari at fáa fosturtøku, og ein fosturtøka er ongantíð ein vinningur fyri barnið!
Har er ein umhugsanartíð, sum onkur heldur, at barnið kann fáa fyrimun av, men tað er bara ein fyrimunur, um umhugsanartíðin endar við, at fosturtøkan verður vald frá. Fyri barnið er tað ikki ein fyrimunur, um fosturtøkan verður framd í eini viku heldur enn í eini aðrari viku.
Atlit at pápanum eru eingi. Tað sigur seg sjálvt, at tá lógin hevur til endamáls at geva mammuni allan avgerðarrættin, so verður einki eftir til pápan.
Í viðmerkingunum til uppskotið stendur, at um umsóknin um fosturtøku er grundað á, at barnið er álvarsliga sjúkt ella vandi er fyri, at barnið fær álvarsliga sjúku, undir hesum álvarslig avskap, skal læknin kunna kvinnuna um møguleikan fyri at fáa meira kunning og ráðgeving frá serlæknum og hjá viðkomandi myndugleikum og felagsskapum, so sum hjá MEGD, einum brekumboði, Almannaverkinum o. ø.
MEGD hevur boðað frá, at tey eru als ikki áhugað í at ráðgeva í sambandi við fosturtøku, tí hetta vil skerja rættin hjá MEGD at virka sum tað skal.
MEGD ynskir, at øll skulu hava sama rætt at verða fødd – eisini tey sum bera brek, og um “kvinnan skal ráða yvir egnum kroppi”, so eigur tað eisini at galda fyri kvinnuna, sum ber brek.
Tí hvat er eitt brek? Tað er í stóran mun ein spurningur, um samfelagið klárar at lofta persóninum við sínum breki. Í nógvum førum kann heilivágur ella ein protesa vera nóg mikið til, at fólk sum bera brek verða vælvirkandi borgarar.
Nógvar seinfosturtøkur í øðrum londum verða framdar orsakað av, at fostrið ber brek. Skanningar av fostrum seta ofta foreldur í truplar støður, tí tey skulu velja millum eitt barn við breki ella fosturtøku.
Talan nýtist ikki at vera um álvarslig brek, tí í ársfrágreiðingum frá danska Abortankenævnet sæst, at til dømis børn við klumpfóti verða vald frá við seinfosturtøkum, hóast tað ber væl til at liva eitt gott lív við klumpfóti.
Tað kann ikki vera rætt, at eitt framkomið, mentað og nýmótans samfelag velur ímillum, hvør er nóg fullkomin til at verða føddur, og hvør skal veljast frá.
Og tað sama er galdandi fyri spurningin um, hvør skal fáa loyvi at seta børn í verðina. Í sonevnda “Snyrilsmálinum” í Grønlandi hevur verið funnist at, at kvinnur við breki – uttan teirra samtykki og møguliga eisini uttan at tær vistu tað sjálvar, fingu snyril ísettan, tí myndugleikarnir ynsktu ikki, at tær fingu børn. Talan var um okkurt slag av ættarreinskan.
Sambært hesum uppskotinum skal verða loyvt at fremja fosturtøku, um kvinnan orsakað av likamligari ella sálarligari sjúku ella sálarligum menningartarni ikki megnar at hava umsorgan fyri barninum. Er kvinnan ikki før fyri at skilja týdningin av inntrivinum, kann samráðið geva loyvi til fosturtøku eftir umbøn frá einum serligum verja. Hetta minnir óhugnaliga nógv um støðuna viðvíkjandi snyrilsmálinum. Kvinnan skal ráða yvir egnum kroppi, men ikki allar kvinnur. - Ikki tær sum bera brek.
Spurningurin um fosturtøku er bæði likamligur, sálarligur og andaligur. Rættarnevndin innkallaði tí Føroya biskup, fyri at spyrja hann um ta andaligu síðuna av hesum málinum – um ta kristnu uppfatanina av fosturtøkuspurninginum. Biskupur læt eisini nevndini eitt skjal, ið liggur sum nevndarskjal í løgtingsmálinum.
Tað sum hann segði, og sum stendur í skjalinum, er í stuttum, at:
• Gud er skapari himins og jarðar
• Mannalívið er heilagt frá gitnaði til grøv
• Menniskjan er halgað og sett til at umsita og ansa eftir skapanarverkinum
• Og at taka lív ella avmarka lívið og umstøður lívsins er ikki heimilað menniskjum
Biskupur sigur eisini: “Tøka av lívi samsvarar ikki við grundarlagið undir mínari kristnu trúgv. Vit hava fingið eina uppgávu við atliti at lívinum, ið vit mega røkja við nærlagni teimum livandi at frama.”
Hann legði tó eisini dent á, at saman við rættinum til lívið fylgir eisini ein ábyrgd, og hann heitti á politisku skipanina um at bera so í bandi, at komandi mammur fáa allar hugsandi sømdir, so tær kenna tað gleðiligt heldur enn avbjóðandi at vera við barn og gerast mamma.
Eins og MEGD vísti biskupur eisini til § 3 nr. 3 í uppskotinum, sum hann segði “skurrar í oyrunum”, tí tað minnir alt ov nógv um útreinskan.
“Fólk við breki hava sama mannvirði sum vit onnur. Mælandi og ómælandi hava rættin at verða hoyrd og rættin at vera til,” segði hann.
“Tað verður kallað frítt val, men tað er ikki eitt frítt val. Okkara umstøður, onnur menniskju og samfelagið ávirka okkara val - tí er valið í veruleikanum ikki frítt. Um ein kvinna kennir seg noydda til fosturtøku vegna sosialar umstøður, so ber ikki til at siga, at valið er frítt,” segði Føroya biskupur, sum mælti til eina “null-hugsjón” viðvíkjandi fosturtøkum.
Eitt nógv brúkt argument fyri hesum uppskotinum hevur verið “trygg fosturtøka”. Víst verður á, at um fosturtøkulógin er ov strong, er vandi fyri, at kvinnur velja alternativar loysnir, ið kunnu vera hættisligar.
Men her vísa hagtøl, at hesin pástandurin er als ikki rættur. Deyðatíttleikin millum kvinnur, sum doyggja annaðhvørt meðan tær ganga við barni ella av fosturtøku er ikki hægri í londum við strangari fosturtøkulóg, enn í londum ið loyva fríari fosturtøku. Til dømis hevur Pólland, sum hevur eina av strangastu fosturtøkulógávum í Europa, eitt av lægstu tølum fyri deyðatíttleika í viðgongutíð ella í sambandi við fosturtøku.
Pástandurin um, at liberalisering av fosturtøkulógini fær talið av fosturtøkum at lækka, er eisini skeivur. Hagtøl úr okkara grannalondum vísa, at talið av fosturtøkum fyri hvørji 1.000 fødd børn er munandi hægri, har frí fosturtøka er galdandi, samanborið við støð, har strong fosturtøkulóg er galdandi. Neyvan er lóggávan einasta orsøkin til hendan munin, men staðfestast má, at øvugi pástandurin er tikin úr leysum lofti. Pástandurin um, at kvinnur í Føroyum, orsakað av verandi lóggávu, keypa ólóglig evni fyri at taka fostur er ei heldur skjalfestur nakrastaðni.
Hesin minnilutin tekur undir við, at galdandi lóg um fosturtøku treingir til ábøtur, men vit halda ikki, at hetta uppskotið er eitt gott alternativ til verandi lóg. Hetta uppskotið byggir á eina gamla danska lóg, sum er bara 18 ár yngri enn galdandi lóg í Føroyum.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður sagt, at eitt av endamálunum við uppskotinum er at hava fosturtøkutalið so lágt sum gjørligt. Hesin minnilutin kennir seg sannførdan um, at hetta uppskotið, um tað verður samtykt, fer at økja um talið av fosturtøkum í Føroyum, eins og líknandi lógir hava gjørt í okkara grannalondum.
Hetta uppskotið er næstan meinlíkt uppskotinum í løgtingsmáli 88/2023, sum Løgtingið feldi í fjør.
Nú, meðan ein lítil tíðaravmarkað broyting er í samansetingini av Løgtinginum, verður málið lagt fram í skundi, tí ein møgulig undirtøka kann vera burtur aftur longu um stutta tíð. Hetta má sigast at vera ein løgin arbeiðsháttur, sum leggur upp til, at lógin skal verða broytt frá valskeiði til valskeið, alt eftir hvussu samansetingin er í Løgtinginum frá eini løtu til aðra.
Við hesum viðmerkingunum tekur hesin minnilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.











