Hassan Nasrallah, sum er leiðari fyri libanesiska islambólkin, Hizbollah, hevur í dag gjørt viðmerkingar til kríggið millum Ísrael og Hamas.
- Avgerðin hjá Hamas var røtt, skilagóð og djørv, og hon kom í rættari løtu, sigur hann sambært Reuters.
Leiðarin gevur Ísrael ábyrgdina av blóðbaðnum, sum Hamas framdi móti sivilfólki í Ísrael hin 7. oktober.
Hassan Nasrallah lýsir atgerðina hjá Hamas sum eitt nýtt stig í krígnum millum Ísrael og Palestina.
Sambært Reuters er hetta fyrstu ferð, at Hizbollah ger viðmerkingar um kríggið, sum nú er millum Ísrael og Hamas.