Í dag skal rætturin í Oslo avhoyra tríggjar fyrrverandi vinmenn hjá Anders Behring Breivik og eina fyrrverandi unnustu hansara. Øll hava biðið um, at tey ikki verða nevnd við navni í fjølmiðlunum, og harafturat hava tey kravt, at Anders Behring Breivik skal vera í einum øðrum høli, meðan tey verða avhoyrd. Norska kringvarpið sigur, at Breivik var ikki í rættarhølinum, tá tað fyrsta vitnið bleiv avhoyrt í morgun.
Ákæruvaldið sigur tað vera umráðandi at avhoyra tey fýra fyri at fáa eina klárari mynd av, hvussu Breivik var undan yvirgangsdegnum 22. juli í fjør.