Avlýsa øll møti restina av árinum

Í hvussu so er restina av árinum vera møtini á internetinum

Restina av árinum verða eingi møti í Ebenezer. Tað sigur Richard Schwartzon í brøðrasmkomuni í Havn, við FM1. Fyri at forða fyri, at korona fer at breiða seg, hevur fólkakirkjan gjørt av, at ongar gudstænastur verða jólaaftan og jóladag. Ístaðin verða gudstænastur sendar á internetinum hesar báðar dagarnar.

Og nú er greitt, at eisini brøðrasamkoman í Havn tekur sama stig. Richard Schwartzon í Ebenezer, sigur, at tað seinasta møti í Ebenezer var mikudagin og síðani verða eingi møti aftur restina av árinum.

Men eina og fólkakirkjan fara tey at senda møti á internetinum, bæði sunnumorgnar og um jólahalguna.

Trýst á knøttin undir myndini og hoyr Richard Schwartzon greiða frá støðuni