Myndugleikarnir í Suðurkorea hava gjørt av at avlíva fleiri hundrað hundar og svín í einari roynd at forða fyri, at fuglakrím skal breiða seg. Myndugleikarnir hava funnið fuglakrím í høsnum tætt við býin Iksan, sum er einar 250 kilometrar sunnan fyri Seoul. Í gjár vórðu næstan 700 hundar og 300 svín avlívað. Útlendskir serfrøðingar halda tað ikki vera neyðugt at avlíva súgdjór fyri at forða fuglakrími, men suðurkoreonsku myndugleikarnir siga, at onnur lond hava gjørt tað sama.