Talv-OL
Bled: Seinastu tríggir dystirnir hava verið sera ójavnir. Fyrst eitt 3-1 tap móti Eysturríki, síðani ein 3,5-0,5 sigur móti IPCA og mánadagin eitt lemjandi 3,5-0,5 tap móti Kolumbia.
Gamaní hava bæði Esyturríki og Kolumbia verið nógv frammanfyri Føroyar í styrkismetingini, men føroysku telvarnir høvu kortini ætlað sær nógv betri úrslit enn hesi.
Føroysku telvarnir ætlaðu sær at halda frídagin sunnudagin uttan at gera nakað serligt burturúr telvingini,men tá ið Kolumbia kom undan kavi, sum mótstøðulið vóru fleiri sum ætlaðu sær at fyrireika seg til góðu mótstøðuni.
Um tað hjálpti er ringt at siga, tí føroyingarnir vóru stutt og greitt avsmurdir. Einasta undantakið, var sum vanligt John Rødgaard. Hann hevði svarta fólkið og knógvaði einum javnleiki.
Truplar uppgávur
John Arni Nilssen, hevði stórmeistaran Alonso Zapata ímóti sær, hann hevur styrkitalið 2556. Hann hevur telvað 8 talv í kappingini og hevur enn einki tapt. Avrikið hjá honum svarar til meiri enn 2700 í rating. John Arni var kortini hugagóður og telvaði sum ein brandur.
Flestu føroysku telvarnir hildu at tað stóð rættuliga væl til hjá honum, men so burturúr púra ongum vendi Zapata talvinum í einum leiki. Tað tóktist sum um bæði John Arni og alt føroyska liðið mistu flogið av hesum. Teir sóu allir eitt sindur brúnasíðir út, har teir sótu yvir av suður amerikanskum macho monnum, sum rættuliga duga at vera bringubrattir, tá ið tað krevst.
Heini Olsen var kroystur í talvinum, men helt seg so leggja ráðini í dugdu. Væl vitandi um, at ætlanin annaðhvørt fór at røkka ella støkka. Hjá Heina gekk ikki og enn eitt 0 kom á máltalvuna.
Martin Poulsen telvaði eitt sera vakurt og gott talv móti IPCA, og tí var eingin ivi um at hann skuldi vera á liðnum móti Kolumbia. Men hjá honum gekk sera illa í hond. Hann sá ikki avgerðandi leik hjá mótstøðumanninum og var settur mát, áðrenn nakar vardi.
Føroyar hava nú 17,5 stig av 36 møguligum og eru nú aftur niðanfyri tey 50%
Føroyar skulu í 10. umfari royna at koma fyri seg eftir stórtapi, men uppgávan gjørdist lítið lættari enn móti Kolumbia. Mótstøðuliðið er Kyrgisa, sum er styrkismett sum nummar 63. Fremsti telvarin hjá teimum hevur omanfyri 2500 í rating.
John Arni norm-møguleika
Danski dómarin Mogens Nielsen, sum javnan er í Føroyum í samband við kappingar hevur roknað út, at John Arni enn hevur møguleikan at ogna næsta IM normin. Til tess krevst at hann fær 1,5 stig í teimum báðum næstu talvunum hann telvar. Harafturat krevst at mótstøðan í talvunum báðum hevur miðalratingina 2367.
Deild fyri tey lítlu londini
Tey smáu limalondini í FIDE altjóða talvsambandinum stovnaðu mánamorgunin felagsskap, sum skal hjálpa teimum at vinna sær betri rættindi í FIDE felagsskapinum.
Stigið til hetta tiltakið var tikið av talvsambandinum í Andorra. Formaðurin í Talvsambandi Føroya, Rani Nolsøe umboðaði Føroyar á fundinum.
ætlanin er, at tey smáu sambondini skulu samstarva um ymiskt, sum er felags fyri tey. Smá lond eru í hesum høpinum eru lond, sum hava minnið enn eina millión íbúgvar.
Hvørji tey felagsmálini skulu vera er enn ikki nøkur avgerð um, men eitt av høvuðsmálunum verður at syrgja fyri, at tey mongu sjálvstýrandi londini ikki vera tveitt úr talv olympiaduni, tá ið hon gerst ein partur av annaðhvørt vetrar ella summar olympiaduni. Umframt tað skal felagsskapurin syrgja fyri, at teir nógvu pengarnir sum renna gjøgnum skipanina í FIDE og sum helst vera fleiri eftir vanligu olympiaduna eisini skulu koma teimum lítlu londunum til góðar.