Avstralia: Pápi og fimm synir lótu lív í herviligum eldi

- Mamman hevur mist alla sína familju og hevur tað ræðuligt. Umframt synirnar, hevur hon eisini mist mannin, sigur løgregluovastin.

Ein 34 ára gamal maður og hansara fimm synir í aldrinum trý til ellivu ár lótu lív í herviligum eldi á einari oyggj í Queensland í Avstralia.

 

Hendingin fór fram á Russell Island, sum er lítil oyggj í einum oyggjarbólki út fyri avstralska meginlandinum, einar seks fjórðingar sunnanfyri Brisbane.

 

Løgreglan í økinum sigur, at eldurin kyknaði um 06-tíðina í morgun lokala tíð.

 

Sambært Brisbane Times slapp 28 ára gamla mamman frá hendingini uttan likamligar løstir. Hon fór út at leita eftir hjálp, meðan pápin royndi at bjarga sovandi synum teirra.

 

Men, hetta eydnaðist ikki hjá pápanum, tí hvørki pápin sjálvur, ei heldur teir fimm synirnir, megnaðu at sleppa út úr brennandi húsunum á lívi.

 

Løgreglan, sum var á staðnum, noyddist at staðfesta, at bæði pápin og allir synir hansara høvdu latið lív.

 

##med2##

 

Í einari kunning í dag sigur løgregluovastin í økinum, Matt Kelly, at hendingin er ein stór vanlukka fyri alt oyggjasamfelagið.

 

- Kvinnan hevur mist alla sína familju og hevur tað ræðuligt. Hetta vóru ungir dreingir, sum høvdu lívið frammanfyri sær, og haraftrat misti kvinnan eisini mannin, sigur løgregluovastin.

 

Húsini stóðu í ljósum loða, tá hjálpin kom. Tá var einki at gera, og húsini fullu saman í eldinum. Neyðugt var eisini hjá sløkkiliðnum at bjarga tveimum grannahúsum undan eldi.

 

Umframt teir seks, sum lótu lív, faðir og fimm synir, høvdu níggju onnur fólk brúk fyri læknahjálp eftir hendingina. Nú verður orsøkin til eldin kannað.