Kommunumál
Strondum:
Nýggj byggiætlan verður í hesum døgum gjørd á Strondum. Hon verður væntandi liðug fyri summarfrítíðina, sigur Eivind Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar Kommunu.
Alt skal takast við, sigur borgarstjórin. Frá barnagarðinum til hin endan, har eldrabýlið er. Og so alt tað, sum liggur í millum eisini. Bæði bústaður, frítíðarøki og vinnuøki.
Hóast endalig støða ikki er tikin til, hvar útstykking skal vera, er greitt, at tað økið við Bygdarhúsið, sum í síni tíð varð slættað til ítróttarøki, eisini í komandi býarætlan skal brúkast til ítróttar- og frítíðarendamál.
Endaliga er heldur ikki avgjørt, hvar barnagarðurin skal vera, men so mikið er hann komin áleiðis, at avtala er gjørd um at tekna hann, sigur borgarstjórin.
Útstykking er neyðug, tí bert nøkur fá grundstykki eru eftir, og áhugin fyri at byggja á Strondum er vaksandi. So tað verður eitt tað fyrsta, sum gjørt verður. Eisini eldraøkið skal nakað gerast við, sigur Eivind Jacobsen.
Ídnaðarøki vil Sjóvan Kommuna eisini hava. Tað er ætlanin at fáa innasta økið á Raktanga, tað, sum liggur næst vegum, til ídnaðarøki, sigur hann.
?Trupulleikin har úti er bara tann, at økið er friðað, so har gerst einki, sum er. Men vit ætla at fáa friðingina broytta, sigur Eivind Jacobsen.
Hvør nágreiniliga grundin til friðingina er, veit borgarstjórin ikki at siga. Har er eitt fiskastykki, sigur hann. Og so stendur eisini, at umráðið:
».....er af rekreativ værdi.«
Hvat tað heilt nágreiniliga skal merkja, duga tey ikki at siga í dag, sigur Eivind Jacobsen, sum ongan iva letur vera um, at hann fegin vil hava friðingina broytta.
Friðingin er eisini í vegin fyri útskifting, vísir hann á. Hóast økið har úti er umleið 20 prosent av samlaða bønum á Strondum, vil eingin hava tað í eini útstykking. Júst tí tað er friðað.
Borgarstjórin í Sjóvar Kommunu hevur eisini ætlanir longri fram í tíðina. Nógv longri fram. Hann droymir um ein undirsjóvartunnil millum Strendur og Saltnes.
?Tað ber væl til, sigur hann. Tað eru bara 800 metrar millum Langanes og Saltnes, so tað hindrar ikki. Men tað hevði gjørt tað nógv liviligari her við fjørðin, vísir hann á. Samstarv av ymsum slagi hevði verið meira, og fólk hevði havt nógv lættari at ferðast til arbeiðis allastaðni kring fjørðin.
Tað er ein langsiktað ætlan, vísir Eivind Jacobsen á. Tí fyrst skal undirsjóvartunnil gerast til Norðoyar. Síðan skal tunnil gerast í Suðuroy millum Hov og Øravík. Ein skal gerast úr Gøtudali, sum skal koma út aftur Millum Fjarða, áðrenn vit eiga tørn, ásannar Eivind Jacobsen.
?Men tað er realistiskt at hugsa so, heldur hann. Bara arbeitt verður langsiktað, og málið regluliga verður tikið upp, fara fólk at venja seg við tankan og skilja, at tað ber til og at tað er skil í tí, er borgarstjórin í Sjóvar Kommunu ivaleysur í.