Eini eldri hjún í Kina sýta fyri at flyta, hóast tey búgva á einum motorvegi. Hjúnini búgva í einari íbúð í einum húsum, sum standa mitt á motorvegnum í býnum Wenling í Zhejiang-landspartinum.
Luo Baogen og konan eru ikki nøgd við tað endurgjaldið, sum myndugleikarnir bjóða teimum aftur fyri at flyta. Tí sýta tey fyri at fara úr íbúðini, og av tí sama er motorvegurin ikki tikin í nýtslu enn, skrivar Reuters.
Luo Baogen og konan hava veð í íbúðini, og tí verða tey verandi í henni, til tey fáa so mikið av pengum í endurgjaldi, at tey kunnu fáa eitt tilsvarandi heim.