Bæði føroysku oljufeløgini helst við í oljuboring í 2006

Ein fyri Føroyar sera týdningarmikil avtala um oljuboring á basaltinum miðskeiðis á landgrunninum í 2006 verður helst veruleiki í aðru viku. Tá er tann broyting eisini møgulig, at bæði føroysku oljufeløgini vera við.

Oljuboring
Jan Müller
[email protected]


Tað hevur tikið drúgva tíð at fáa gjørt eina avtalu um at fara undir eina kostnaðarmikla og váðiliga oljuboring inni á landgrunninum komandi ár. Nú bendir tó nógv á, at ein avtala er við at koma undir land millum tilsamans 8 oljufeløg um saman at bora fyrsta brunn á basaltinum nakrantíð, nevniliga í loyvi 006, har Statoil er fyrsitøkufelag. Eisini kent sum Brugdu-prospektið.

Tað er eingin løtt uppgáva, tá heili 8 ymisk oljufeløg skulu semjast um at fara undir eina rættiliga óvanliga uppgávu. Og hetta er ein óvanlig uppgáva. Talan er um at flyta og leggja saman til ein tveir brunnar hjá Statoil- og Amerada Hess-samtaki - sum upprunaliga skuldu borast í tveimum loyvum í landssynningshorninum av landgrunninum - inn á eitt heilt nýtt øki, nevniliga 9 ára loyvið hjá Statoil. Hetta liggur miðskeiðis millum Føroyar og markið móti Onglandi.

Sum Portalurin skilur, ynskir eitt av feløgunum, Petro Canada at sleppa burtur úr sínum bindingum á Føroyaøkinum. Hetta er uttan iva ein partur av felagsins strategi, tí tað er heldur ikki aðrastaðni á Atlantsmótinum. Tað er í dag partur av Statoilsamtaki.

Keldur í oljuheiminum vilja vera við, at tað er sannlíkt, at eitt annað felag kemur inn og avloysir kanadiska oljufelagið. Hetta er føroyska oljufelagið Føroya Kolvetni, sum er vorðið alsamt meira virkið á øllum Atlantsmótinum. Frammanundan er hitt føroyska oljufelagið, Atlants Kolvetni partur av samtakinum, sum ætlandi fer at bora næsta ár.

Stjórin í Føroya Kolvetni, Nils Sørensen vil hvørki vátta ella avsanna hesi tíðindi. Stjórin í Statoil, sum stendur á odda fyri hesi komandi boringini, Rúni Hansen vil onga viðmerking gera til málið, meðan samráðingar fara fram. Tað einasta hann vil siga er, at ein loysn er at hóma.

Tað merkir so aftur, at seks útlendsk oljufeløg og tvey føroysk uttan iva fara undir at bora á landgrunninum um gott og væl eitt hálvt ár. Útlendsku oljufeløgini eru: Statoil, Shell, Dong, Amerada Hess, BG og Anadarko.