Í Vági er fótbóltshýrurin góður í hesum døgum, og hetta er ikki heilt uttan orsøk.
Verður sæð burtur frá kiksaranum á heimavølli móti B71, er VB ósigrað í landskappingini, og í steypakappingini hava teir nú leikt seg í hálvfinaluna.
Stendur tað upp til VB venjaran, so verður orsøkin til gleði eftir dystin sunnudagin ikki minni, tí Krzystof dylir ikki fyri, at teir fara vestur eftir trimum stigum.
- Vit hava hvørki skaðar ella leikbann at dragast við, so í løtuni eru einir 17-18 mans, sum stríðast um tey fyrstu 11 plássini, og at skula velja hesar 11 er sjálvandi ein positivur trupulleiki, sigur Krzystof við Sosialin.
Hann ásannar tó, at dysturin móti FS Vágum kann gerast sera trupul. - FS Vágar hevur eitt gott lið, og teir skulu eisini til at fáa sær nøkur stig nú, so eg vænti ikki á nakran hátt, at talan verður um nakra lætta uppgávu.
Framvegis róligir
Vesturi í Vágum gjørdist lagið kanska nakað betri, eftir at tað fyri viku síðani eydnaðist at senda KÍ úr steypakappingini.
Tað skerst tó ikki burtur, at støðan í landskappingini er lítið hugalig, men hóast botnstøðuni, so er eingin panikkur at hóma har vesturi.
Páll Olsen, sum er hjálparvenjari hjá FS Vágum, ásannar sjálvandi, at tað er týdningarmikið at fáa stig sunnudagin, men hinvegin heldur hann ikki, at ein sigur í hesum dysti er altavgerandi. - Vit hava havt nakrar ógvuliga truplar dystir at byrja við, og harumframt skulu leikararnir eisini venja seg við leikferðina í bestu deildini, sigur Páll, sum eisini vísur á, at tað so at siga bert er Ari Thomassen hjá teimum, sum veruliga hevur royndir frá fótbólti í bestu deildini.
Einasta ivamál hjá vágamonnum tykist vera Sonni Johannesen, sum hevur drigist við skaða seinastu tíðina rætt at lata seg brúka í einum innanýsis donskum talvi.
Hann vil ikki gera viðmerkingar til spurningin, um endamálið er at draga tíðina út til næsta val í eini roynd at fáa sambandsflokkin og javnaðarflokkin í samgongu tá, so at teir kunnu gera eina avtalu við danir innanfyri ríkið.
?Tað kunnu fólk sjálvi gera sínar metingar um. ? Men tað skerst ikki burtur, at hetta líkist taktikkinum, sum varð brúktur, tá ið sjálvstýrislandsstýrið sat fyrst í sekstiárunum.
Har vísir Svarta Bók á, at tá spurdi amerikanarar danir, hvat teir ætlaðu at gera.
? Danski forsætisráðharrin svarar rættiliga ítøkiligt, at fyrst er ætlanin at trýsta føroyingar at koma við einum ítøkiligum útspæli, tí tað væntaðu teir ikki, at føroyingar kundu semjast um.
?Skuldi tað eydnast, er ætlanin at royna at draga tíðina út og síðani er ætlanin uppvarpa týdningin av donsku ríkisveitingini fyri livifótinum í Føroyum.
? Og tað er akkurát sami taktikkur, sum brúktur í fullveldismálinum nú, sigur Høgni Hoydal.