Bæði liðini sakna álopstrumfar

Løgmanssteypið: Víkingur hevur betru kortini, men skálamenn sóu í gjárkvøldið, at tað ber væl til at koppa favorittunum

 

Klokkan 18 fer Lars Müller at bríksla fyrstu ferð í Sarpugerði, har tað í kvøld verður avgjørt, um tað verður Víkingur ella Skála, sum skal spæla steypafinalu ímóti HB.

Í gjárkvøldið var KÍ favorittur, tí fyrra hálvfinalan ímóti HB í Gundadali endaði 1-1.

Í kvøld er Víkingur favorittur, tí fyrra hálvfinalan ímóti Víkingi á Skála endaði 1-1.

HB vann 1-0 í gjárkvøldið í Klaksvík. Úrslitið vísir skálamonnum, at tað er møguleiki á útivølli at vinna tað aftur, sum varð mist á heimavølli.

Hjá Víkingi er liðformaðurin Atli Gregersen leikbannaður eftir reyða kortið í 1-1 landskappingardystinum á heimavølli ímóti EB/Streymi.

Haraftrat er tað dyggur smeitur fyri Víking, at Adeshina Lawal ikki er tøkur.

Hjá Skála eru Søren B. Nielsen, Ólavur Mikkelsen og Edvin Jakobsen ikki tøkir.

Í fyrru hálvfinaluni legði Jákup Johansen Skála framum 1-0 í 12. minutti, og Sølvi Vatnhamar javnaði til 1-1 í 60. minutti.

Beinleiðis frásøgn er á

FM1 og á in.fo

https://www.in.fo/matches/?no

 

 

Víkingur – Skála kl. 18.00

Løgmanssteypið seinna hálvfinala

Fyrra hálvfinalan endaði 1-1

Dómari: Lars Müller

Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Bergur Gregersen, Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen – Andreas Lava Olsen, Heðin Hansen, Gunnar Vatnhamar, Dion B. Splidt – Sølvi Vatnhamar, Philip Djordjevic

Skála: Karstin Hansen – Ari Olsen, Jákup Jakobsen, Fróði Benjaminsen, Teitur R. Joensen – Haraldur R. Højgaard, Pætur Dam Jacobsen – Heðin Klakstein, Ronni Møller-Iversen, Andreas Egeberg Jacobsen – Jákup Johansen