Báðir málskjúttarnir eru burtur

NSÍ hevur nýggjan miðvallara ímóti HB, sum ikki hevur mist stig, síðani tapið í Runavík

Tað verður toppdystur á Tórsvølli seinnapartin. Toppliðið HB fær vitjan av NSÍ, sum er næstfremst.

NSÍ er einasta liðið, sum higartil hevur megnað at vinna fulla úrtøku ímóti HB. 22. juni noyddist HB úr Runavík við ongum. NSÍ vann 2 – 0.

Tað eru sjey vikur síðani fyrsta innanhýsis dystin millum tey bæði fremstu liðini.

Síðani tá hevur HB spælt fimm landskappingardystir og vunnið fulla úrtøku í teimum øllum við málmuninum 13 – 3. Tað boðar frá ógvuliga sannførandi avrikum.

Síðani søta sigurin ímóti HB hevur NSÍ spælt fimm dystir. NSÍ hevur vunnið fýra ferðir og í ólavsøkuumfarinum tapti NSÍ 2 – 0 á heimavølli ímóti KÍ.

Felags fyri bæði liðini er, at talan hevur verið um stórar manningarligar broytingar, síðani tey hittust fyri sjey vikum síðani.

Bárður J. Hansen og Petur Knudsen skoraðu málini, tá ið NSÍ vann ímóti HB. Hvørgin teirra verður við í dag. Teir eru skaddir, og tað er dyggur smeitur hjá Glenn Ståhl og hansara monnum. Nýggjur maður á NSÍ miðvøllinum í dag verður Jesper Christjansen, sum um ólavsøkumundið flutti úr Lyngby í superliguni og til NSÍ, har hann síðani hevur vant.

Miðverjin Jóhan Troest Davidsen, sum var sjúkur, tá ið NSÍ spældi ímóti KÍ, er tøkur aftur. Vongverjin Pætur Hentze er skaddur.

Síðani tapið í Runavík hevur HB styrkt seg við trimum álopsspælarum – danska Mikkel Dahl, Hilmar Leon Jakobsen og Mads Bo Mikkelsen, sum er uppvaksin í Danmark, men er føroyskur U-21 landsliðsspælari. Mads Bo Mikkelsen hevur seinastu vikurnar verið darvaður av skaða.

Miðvallararnir Tróndur Jensen og Hørður H. Askham, sum hava verið skaddir síðani í fjør, er um at vera tøkir aftur.