Báðir partar eru á kambinum

NSÍ hevur ikki tapt seks tær seinastu ferðirnar, og í EB/Streymi eru teir seinastu níggju ferðirnar farnir av vøllinum við stigum

UPPTAKT


Tað eru tvey av teimum, sum rættuliga leingi hava verið millum teirra við frægast úrtøku, sum í morgin bresta saman í Runavík. Fyri bæði NSÍ og EB/Streym er tað galdandi, at talan helst skal gerast um fulla úrtøku, um dreymurin um heiðursmerkir og altjóða luttøku skal varðveitast.
Innanhýsis uppgerðirnar higartil í ár leggja ikki upp til fulla úrtøku. NSÍ hevur tvær ferðir verið á Eiði, og í báðum førunum eru teir farnir til hús aftur við 2-2.
                      Í EB/Streymi er sjálvsálitið í toppi, eftir at teir næstsíðsta leygardag sendu meistararnar í HB til hús aftur við 4-0 tapi. Hetta hevði við sær, at HB gav venjaranum sekkin.
                      Sorin Anghel hevur seinastu vikurnar verið heilt væl fyri. Hann skoraði trý mál móti HB. Tí er tað ikki so undarligt, at tað kom sum stórur kvøkkur, tá ið hann týskvøldið noyddist at gevast at venja orsaka av skaða. Fyrrapartin í gjár var ikki greitt, um hann verður tøkur í morgin, men teir vónaðu tað besta.
                      Knút Vesturtún var ikki við seinast orsaka av skaða. Hann er tøkur aftur. Arnbjørn Hansen og Jákup Martin Joensen eru ikki tøkir. Teir eru báðir skaddir.
                      Venjingarnar hjá EB/Streymi hava ikki verið merktar av, at spælarar hava verið burturi frá í landsliðsørindum. Felagið eigur framvegis til góða, at ein av teirra spælarum fer at fáa landsliðsboð.
                      Vøllurin í Runavík er av sama slagi, sum vøllurin í Streymnesi er. Tí hava teir í EB/Streymi í síðstu viku og í hesi vikuni ikki vant á Mølini á Eiði, men heldur á graslíkinum í Streymnesi!
                      Í Runavík er tað ikki frítt, at teir framvegis iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa fult á Sevmýri, tá ið teir megnaðu at skjóta fýra mál. Úrslitið var 4-4, eftir at NSÍ eina løtu var frammanfyri 4-3 og hevði meiri enn ein møguleika at økja um leiðsluna.
                      - Hatta er farið. Vit mugu fegnast um, at tað eydnaðist so væl í álopspartinum og royna at tetta í hinum endanum, verður sagt úr Runavík.
                      Christian Høgni Jacobsen og Jens Martin Knudsen hava verið burturi frá í landsliðsørindum. Christian Høgni verður ikki við í morgin. Eftir gula kortið á Sevmýri er hann leikbannaður.
                      Ike hevur verið leikbannaður í trimum teimum seinastu dystunum. Í síðstu viku spældi hann í 3. deild, og hann verður við, tá ið EB/Streymur í morgin fer at vitja við Løkin.
                      Í NSÍ hava teir tær seinastu vikurnar kent seg at hava knívin á strúpanum. Tað siga teir seg eisini hava hesa ferð, men teir siga seg hava gott mót. Sami boðskapur ljóðar norðan úr Sundalagnum, og tá ið bæði liðini mest sum hava gloymt, hvussu tað kennist einki at fáa burturúr, so kann tað ikki annað enn gerast tætt og spennandi - rættuliga spennandi.