Ból og biti í Æðuvík

Krabbagággan skrivar:
 
Ból og biti í Æðuvík. Tað ljóðar útmerkað, men hvar er Æðuvík?
- Tú koyrir bara eftir vegnum til Rituvíkar og snarar av, tá tú sært skeltið til Æðuvíkar.
Men eg havi jú ikki nakran bil, sigi eg uttan so mikið sum at umhugsa at tora at viðganga, at eg heldur ikki veit heilt neyvt hvar Rituvík er.
- Júmen so er tað so lætt. So tekur tú bara bussin úr Runavík, sigur røddin í rørinum yvirberandi, og so er tað uppá pláss.
 
Í fagrasta veðri gongur leiðin oman eftir gongugøtuni í Havn við væl pakkaðum ryggsekki á baki. Ein gøtuseljari stendur á Vaglinum og selur fiskar, harímillum nakrar turrar, sum finna sær veg niður í ryggsekkin afturfyri smáar fjøruti krónur.
 
Av farstøðini í Havn taka vit báðir myndamaðurin ein buss, sum skal koyra okkum fyrsta strekkið inn í Eysturoynna, har ein annar bussur skal koyra okkum víðari til Runavíkar, har aftur ein annar bussur skal koyra okkum víðari til Æðuvíkar.
Men umborð á fyrsta bussinum fer ein tanki at níva eitt sindur.
Hvat nú um eingin handil er í Æðuvík.
So skulu turru fiskarnir í hvussu er vera ógvuliga nørandi, tí teir eru tað einasta etandi í ryggsekkinum. Best man vera at gera ein steðg í Runavík og proviantera har.
Men so fer ikki at bera til at náa seinasta bussin til Æðuvíkar. Nája, beinini eru væl har av eini orsøk, og tumlar hevur man eisini - fleiri tykist tað stundum.
 
Ein teirra kemur upp onkrastaðni í Søldarfirði, og hann hevur ikki verið frammi leingi, tá ein bilur steðgar.
- Hvor skal i hen, ljóðar tað á rungandi gøtudonskum, kryddað við suðuroyskari dialekt.
- Hvat f... eru tit føroyingar? Bilførarin er líka ovfarin, sum eg eri tómur fyri orð.
Ja, tað kann man gott siga, men eg dugi at tosa danskt, um tað er tað ger tað lættari.
- Nei, komið tit bara við sum tit eru. Eg fari í Bónus.
Hvussu heppin kann man vera? Á túrinum verði eg kendur aftur sum gíriga krabbagággan, ið ikki vil brúka meira enn 300 krónur um dagin, og bilførarin letur okkurt vælmeint gleps falla um at tað er ólukksáliga flott gjørt at tumla, bara tí at man ikki tímir at gjalda fyri ferðaseðilin.
Jamen vit skuldu til handils, royni eg at bera í bøtuflaka fyri meg sjálvan, men tá standa vit longu uttanfyri Bónus.
Ein pakki av eplamosi, spaghetti, nøkur hýsufløk og tríggir hvítleykir verða keyptir, og so er klárt at seta nøsina ímóti hesi góðu Æðuvík.
 
Nú gekk tað so gott at tumla, og tað kundi verið at man var so heppin at hitta ein æðuvíking her á Glyvrum/Saltangará/Runavík - tori ikki at taka dagar ímillum akkurát hvar Bónus liggur í mun til aldargomul bygdarmørk.
Fólk í Føroyum sigast at vera millum heimsins raskastu - at brúka bilin - og helst hava flestu bilførararnir ikki ørindi longri enn fáar hundrað metrar. Hesaferð gongur í øllum førum meira striltið at sleppa uppí.
Men nú steðgar ein, og bilførarin ger einki minni enn at bjóða sær til at koyra okkum allan vegin til Æðuvíkar.
- Eg skal einki beint nú allíkavæl, sigur bilførarin og koyrir okkum til beint dyrnar á einum privatum húsum í Æðuvík. Nærum skelkaðir yvir stóra hjálpsemið takka vit fyri okkum, og standa nú í Æðuvík væl fyrr enn væntað.
 
Tey, sum ikki hava verið í Æðuvík, skulu her fáa eina stutta lýsing. Bygdin er sett saman av sløkum tredivu húsum, flestu teirra av nýggjari slag og í L ella XL stødd. Her er so friðarligt sum náttúran loyvir. Umhvørvið er reint og pent, og eitt skelti boðar errið frá, at bygdin varð kosin best røkta bygd í 2001. Millum tey lokalu aðrastaðni í oynni er bygdin eisini kend sum Eysturoyar svar uppá Las Vegas í desember mánaði, tá bygdarfólkið hevur tað við at trýsta elkervið hjá SEV til tað ítasta, meðan kappast verður um at hava best (ella mest) pyntaða húsið í bygdini. Í Æðuvík er eingin handil.
 
Komin inn um dyrnar vera vit bjóðað beint inn í køkin til ein drekkamunn saman við húsfólkinum, og meðan vit sita her og drekka kaffi og hyggja eystur í hav, fáa vit góð ráð um gongutúrar úr bygdini. Í Lonely Planet bókini hjá mær stendur Æðuvík ikki nevnt við einum orði, so har er ikki nógvur íblástur at heinta. Men í bókini liggur eitt aktuelt avísútklipp um at fiska á Nesvatni. Eg ringi til mannin á Nesi, sum í seinastuni hevur slept sílum í vatnið og boðið ferðafólki at fiska tey aftur - fyri eitt ávíst gjald, sjálvandi - og stutt eftir er klárt at fara at fiska. Tráðuna havi eg lænt, og rækjurnar til agns havi eg fingið frá húsfólkinum.
Sprittkøkurin verður tikin við. Tað kundi hent seg, at eydnan var við okkum. Um ikki annað kunnu hýsufløkini koma til gangs ístaðin.
 
Túrurin úr Æðuvík niðan á Nesvatn er stuttur og lættur at ganga. Veðrið er heilt hampiligt, og sýnið beint yvir á Havnina fløvar hjá einum, sum ikki er vanur at yvirnátta eystaru megin brúnna um Streymin.
 
Næstu fýra tímarnir eru eitt satt upplivilsi. Veðrið fer væl við okkum, og vit fara væl við sílunum. Vit drepa ikki livandi. Maðurin, sum tekur sær av at sleppa sílum í vatnið, kemur ein túr niðan at fóðra teimum fiskunum, sum hann hevur gangandi í kørum tætt har hjá. Hann stendur eina løtu spentur og bíðar um vit fanga nakað, men fer so avstað aftur eitt sindur uppgevandi.
- Tit áttu at fiska við flugu ein dag sum í dag. Her er ov stilt til at fiska við floti.
Men vit njóta stilla veðrið og føgru løtuna, og leggja ikki so nógv í um flotið rørir seg ella ei.
Turri fiskurin kemur væl við, og tað ger ein muður av Chivas eisini. So við eitt tekur. Tað er ikki tungt at draga inn, tíverri, men tað vísir seg at hendan hálvvaksna maðkapirran hevur kíkað, so eingin orsøk er at sleppa henni útí aftur. Saman við einum feti av hvítleyki fær hon nakrar minuttir á pannuni her uppi á Nesvatni, og verður etin við góðum matarlysti. Hvítleyksstokt maðkapirra al fresco kann viðmælast, tí sum ein ávísur útvarpsmaður úr norðara enda á landinum plagar at taka til, var hesin rættur sera, sera, sera, sera, sera vælsmakkandi.
Tað kostar 250 krónur fyri hvørja tráðu at fiska á Nesvatni, og tað er ikki einki, serliga um man einki fær, og fyri okkara viðkomandi mundi kiloprísurin á sílinum vera eina 1200 krónur. Men her eru nógv stór síl, og tey síggjast við berum eygum. Og hevði eitt av teimum stóru bitið á, var prísurin helst skjótt gloymdur.
 
Klokkan var farin av midnátt, tá vit báðir myndamaðurin langt um leingi sleptu vónini um stóra fongin, og vendu nøsini oman ímóti Æðuvík aftur, har ból var reitt okkum, meðan bitin bíðaði til morgunin eftir.