Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at gera rundkoyring á vegamótinum Sundsvegur - Blómubrekka Óluvugøta, har, sum myndin vísur.
Tað eru fleiri ár síðani, at málið varð reist og nú komið hartil, at klárt er at fara til verka.
Upprunaliga varð ætlanin at gera eina rundkoyring við tveimum breytum og gongu- og súkklubreyt fyri at framtíðartryggja hana, so at hon eisini klárar ferðsluna í framtíðini.
Tann rundkoyringin hevði kostað slakar níggju milliónir.
Men nú hevur býráðið samtykt at gera eina minni rundkoyring við einari koyribreyt, sum bara kostar ein brotpart av tí, nevniliga einar 800.000 krónur tilsamans.
Kortini verður mett, at tað er ivaleyst til at nøkta tann tørvin, sum er í løtuni
Tað fer at bøta munandi um ferðslutrygdina, men verður neyðugt at byggja út, fer tað at bera til, sigur býráðið.
Nakað síðani hevur býráðið samtykt at seta ferðsluljós upp á krosssinum, Eystari Ringvegur og Hvítanesvegur.
Talan skuldi verða um serlig ferðsluljós, sum lýsa ávísar partar á samdøgurinum, tá ið ferðslan er nógv.
Men á býráðsfundi tosaðu nakrir býtáðslimir um at endurskoða hesa ætlanina og at gera eina rundkoyring har eisini ístaðin fyri.