Sunnudagin 24. juli ella um eina viku verður tað aftur landskapping í Effo-deildini. Tá verður seytjanda umfar á skránni.
Sammett við undanfarnu árini hevur tað verið ógvuliga friðarligt í føroyskum fótbólti í summar. Tað kemst av, at tað ikki eydnaðist nøkrum liði at spæla seg víðari úr fyrsta innleiðandi umfari í europeisku kappingunum.
Landskappingin fór í summarfrí 24. juni. Eftir stuttan summarsteðg fyrireika liðini seg nú til avbjóðingarnar, sum bíða í landskappingini. Í summum feløgum hava teir vant í tvær vikur, meðan teir í fleiri av feløgunum, sum vóru við í europeisku kappingunum, fóru at venja aftur síðsta mánakvøld.
Í seytjanda umfari, sum verður sunnudagin um eina viku, sær skráin soleiðis út: KÍ-ÍF, Víkingur-AB, NSÍ-B68, HB-Skála og TB-B36.