Býráðslimir á Tvøroyri fáa bót

Tvøroyrar Býráð hevur ikki aktað harraboð úr fíggjarmálaráðnum og tí kann hvør einstakur býráðslimur nú vænta sær eina bót um dagin , til býráðið hevur makka rætt

 Býráðslimir á Tvøroyri skulu nú fyrireika seg til eina eykaútreiðslu, sum teir í øllum førum ikki høvdu roknað við.

Tvøroyrar Býráð hevur leingi verið í tvídrátti við fíggjarmálaráðið um pengar og herfyri komu greið boð úr fíggjarmálaráðnum, at aktaðu býráðslimir á Tvøroyri ikki, fóru teir at fáa bót.

Men tað hevur ikki loypt ræðslu á Tvøroyrar Býráð, sum framvegis heldur fast um sína støðu.


Strika ikki havnagjald

Tað er havnargjald fyri Smyril, sum øll ósemjan snýr seg um.

Sum tað sæst í hinum stubbanum á síðuni, vil landsstýrið ikki betala havnargjald fyri Smyril á Tvøroyri.

Av tí, at Tvøroyrar Kommuna heldur seg eiga peningin til góðar, er havnargjaldið eisini øll árini ført sum inntøka á roknskapinum hjá Tvøroyrar Havn.

Grannskoðarin hevur so bara skrivað í viðmerkingunum, hvussu støðan er og at ósemja er um havnargjaldið.

Higartil hevur Innlendismálaráðið góðtikið roknskapin við hesi viðmerking.

Men nú er tað fíggjarmálaráðið, sum skal góðkenna roknskapirnar hjá kommununi og nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð.

Fíggjarmálaráðið noktar nevniliga at góðkenna roknskapin hjá Tvøroyrar Havn fyri 2007, verður havnargjaldið ikki strikað sum inntøka hjá kommununi.


Bíða eftir bótini

Fíggjarmálaráðið gav Tvøroyrar Býráð freist til 8. november at fáa viðurskiftini í rættlag.

Var roknskapurin ikki broyttur og havnargjald fyri Smyril tikið burtur úr, komu býráðslimirnir á Tvøroyri undir tvingsilssbøtur.

Men Tvøroyrar Býráð hevur higartil samtykt ikki at ganga kravinum frá fíggjarmálaráðnum á møti, men sendi ráðnum roknskapin til góðkenningar, akkurát við hann var, við havnargjaldinum uppi á.

Kristin Michelsen, borgarstjóri, sigur, at í býráðnum hava tey stúrt fyri, at strikar Kommuna sjálv havnargjaldið, fer tað at gera støðuna hjá teimum veikari í einum rættarmáli.

- Tí hava vit samtykt at halda fast um, at havnargjaldið skal standa í roknskapinum, leggur hann afturat.

Og nú sita tey so og bíða eftir, at ein brævbjálvi liggur í postkassanum, sum áleggur hvørjum býráðslimi bót.


Nokta at betala fyri Smyril


Strandferðslan vil ikki gjalda havnargjald fyri Smyril, tá ið hann kemur inn á Trongisvágsfjørð.

Tvøroyrar Býráð sigur, at ongin ivi er um, at hann skal betala.

Landsstýrið førir fram, at tað er landið, sum hevur bygt og goldið samferðsluhavnina á Krambatanga á Trongisvágsfirði og tí skal Smyril heldur ikki betala havnargjald.

Tvøroyrar Kommuna sigur, at hetta hevur onki við málið at gera.

- Vit hava eina havn, sum er opin 24 tímar um samdøgurið og vit hava vakt 24 tímar um samdøgurið. Og sjálvandi skal Smyril betala havnargjald fyri at koma inn í havnina, akkurát, sum øll onnur skip, sum koma inn á fjørðin, sigur Tvøroyrar Býráð.

Umframt havnargjald, rinda øll skip eisini bryggjugjald fyri at leggja at sjálvari bryggjuni, men hetta gjaldið krevur Tvøroyrar Býráð ikki frá Smyrli, tí tað er tað almenna, sum hevur bygt bryggjuna.

Havnargjald verður goldið eftir, hvussu stórt skipið er, og fyri Smyril snýr tað seg um einar 2,5 milliónir um árið.

Og hóast Strandferðslan ikki vil gjalda, sendir Tvøroyrar Kommunu trúliga rokning hvønn einasta mánað.

Higartil er rokningin sostatt komin upp á góðar sjey milliónir og hon veksur fyri hvønn mánað, sum gongur.

Men rokningin verður blankt afturvíst og í Tvøroyrar Býráð harmast tey um, at landsstýrið ikki so frægt sum vil samráðast um havnagjaldið í eini roynd at finna semju um eina avsláttarskipan, so at Smyril slapp undan at betala fult havnagjald.

Tvøroyrar Kommuna hevur roynt at loyst málið við tríggjar teir undanfarnu landsstýrismenninar, sum hava umsitið Strandferðsluna, ávikavist Jógvan við Keldu, Jacob Vestergaard og Helenu Dam á Neystabø, men til fánýtis.

Nú er so Johan Dahl, sum umsitur Strandferðsluna og nú verður so ein roynd gjørd afturat. Ì hesum sambandi verður fundur í næstum ímillum Tvøroyrar Býráð og landsstýrismannin um málið.

Og tað verður ikki fyrrenn eftir tann fundin, at Tvøroyrar Býráð fer at taka endaliga støðu til um havnagjaldið verður strikað úr roknskapinum.


Norrøna kann spara milliónir


Vinnur landsstýrið ósemjuna um havnargjald á Tvøroyri, er at taka stigið fult út og lata Nørrønu eisini sigla ókeypis inn á Trongisvágsfjørð, tí so kann hon spara fleiri milliónir.

Tað heldur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.

Hann tvíheldur um, at kann ósemjan um havnargjald fyri Smyril, sum vit umrøða í hinum greinunum her á síðuni, ikki loysast við samráðingum, fer Tvøroyrar Kommuna at leggja málið fyri rættin.

Men endar tað við, at landsstýrið vinnur, heldur hann, at so er einki at gera uttan at taka stigið fult út.

- So er eisini at lata Norrønu brúka havnina á Krambatanga, tí sleppur hon undan havnargjaldið, hevði Smyril Line spart nógvar milliónir í rakstri og tað átti at komið væl við hjá kreppurakta felagnum.

Býráðslimir í Havn hava áður víst á, at Norrøna kastar rættiliga nógv av sær til Tórshavnar Havn, men nú felagið er í kreppu og má venda hvørjum oyra, átti ein sparing upp á eina stóra millióna upphædd at komið væl við, sigur hann.


Ongantíð givið bót fyrr


Enn er gongd ikki sett á málið at áleggja býráðslimum á Tvøroyri tvingsilsbøtur og í løgmálaráðnum siga tey, at tað er ongantíð hent fyrr


Tvingsilsbøtur


Áki Bertholdsen


[email protected]


Enn hevur kommunala eftirlitið hjá landsstýrinum ikki sett gongd á málið at geva býráðslimum á Tvøroyri tvingsilsbøtur fyri ikki at akta boðini úr fíggjarmálaráðnum, sum vit umrøða í hinum greinunum her á síðuni.

Hilmar Høgenni sigur, at nú er freistin, sum var leygardagin, akkurát farin, so enn hevur løgmálaráðið ikki fingið fráboðan úr fíggjarmálaráðnum um at seta gongd á málið.

Men boðini frá fíggjarmálaráðnum skulu uttan iva takast í álvara, so boðini eru helst á veg í innlendismálaráðið.

Hilmar Høgenni sigur, at tað er ongantíð hent fyrr, at kommunustýrislimir hava fingið tvingsilsbøtur fyri at tvinga eina avgerð ígjøgnum.

Tað er hótt við tí nakrar ferðir, men tað hevur verið nóg mikið.

Av tí, at hetta ongantíð er roynt fyrr, er onki beinleiðis ásett um, hvussu stórar tvingsilsbøturnar verða og Hilmar Høgenni vil ikki geva eitt boð upp á hetta beint nú

Men hann sigur, at talan er um bøtur upp á eina ávísa upphædd um dagin, til viðurskiftini eru fingin í rættlag..

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at tað er komið honum fyri oyrað, at talan er um 200 krónur í bót um dagin fyri hvønn býráðslim.