Bárður fekk 60.000 krónur

Fríggjamorgunin fekk Bárður Oskarsson handaðar 60.000 kr., úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum

gávugóðs

Hetta er fimta ferðin, at gávugóðs er latið úr grunninum, og varð avgerðin hesaferð, at eitt listafólk fekk alla upphæddina.
Og hesaferð gjørdist tað teknarin, Bárður Oskarsson, sum fekk handað stóra kekkin.
Í grundgevingini fyri hesum segði nevndin
»Bárður Oskarsson var blaðungur, tá ið hann vísti eyðsýndar gávur at tekna og mála. Higartil hevur hann myndprýtt fýra bøkur, sum onnur hava skrivað: ?Undir tussafjøllum? hjá abbanum, Oskari, í 1992, ?Margreta og mjólkin? hjá Siggu Vang í 2002, ?Um svidnu Pussifelluna og øvuta kúvingin? og ?Um træskoytur og føðingardagsgávuna, sum hvarv? báðar eftir Guðruna Gaard í 2003 og 2004. Fyri jól í fjør kom fyrsta bókin, sum hann sjálvur hevur bæði skrivað og teknað: ?Ein hundur, ein ketta og ein mús.?
Bárður hevur ment sín egna, sermerkta stíl, eyðkendan av hugflogi og humor, sum nógv, bæði í Føroyum og uttanlands, hava givið sær far um. Tað er fyri at Bárður skal fáa umstøður at menna seg á hesum listarliga øki, at Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum letur honum hesa gávu.«
Thorvald Poulsen á Steinum var gartnari í Havn. Hann hevði stóran áhuga fyri bókmentum og list, og hann stovnaði grunnin sum ber navn hansara og sum hevur til endamáls at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgvingar. Grunnurin kann lata stuðul sum gávugóðs og eftir umsókn. Nevndin hevur samtykt fyri fyrst at lata gávugóðs úr grunninum til evnarík listafólk, sum stuðul til víðari útbúgving.
Thorvald Poulsen av Steinum hevur ásett, at nevndin hjá grunninum skal vera mannað við rektaranum á Fróðskaparsetirnum sum formanni, formann-inum í LISA og formanninum í Føroya Lærarafelag. Tey eru í løtuni Jóan Pauli Joensen, Jenny C. Petersen og Jóhannes Eli Iversen.
Peningaupphæddin, sum varð latin, stavar frá rentunum av stovnfænum. Nevndin ásetur upphæddina, sum verður latin til gávus, og sær til at realvirðið á stovnsfænum ikki lækkar í virði.