Bárður Johannesen: vit eru skerdir

Venjarin hjá Kyndli, Bárður Johannesen heldur tað ikki verða nakra katastrofu, at liðið hjá honum tapti 28-31 ímóti oddaliðnum KÍF á útivølli.

 

Bárður Johannesen fegnaðist um eitt nógv betri leikligt avrik, enn tað Kyndil legði fyri dagin í steypakappingini, tá Kyndil tapti 26-34 ímóti KÍF í steypakappingini.

 

- Ì dag mangla vit fleiri spælarar, so tað bleiv ógvuliga tunt á beinkinum, staðfesti Bárður Johannesen.

 

Ási Dam hjá KÍF var samdur, at tað gjørdi mun við orkuna, at teir í KÍF kundu skifta fleiri spælarar inn.

 

Tað ber til at hoyra prátini Tróndur Arge gjørdi við Bárð Johannesen og Àsa Dam undir greinini.