Bárður koppaði Ruth

Bárður á Steig Nielsen er í morgun valdur til formann í fíggjarnevndini. Meirilutin í fíggjarnevndini fekk loksins sín vilja, tá Ruth Vang kallaði inn til fundar. Á fundinum í morgun valdi nevndin Bárður á Steig Nielsen sum formann í nevndini. Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard, Bill Justinussen og Kristin Michelsen valdu hann.

 

- Vit fara til verka beinanvegin. Fyrsti fundur er settur á skrá til týsdagin og tá fara vit undir at viðgera tey mongu málini, sum hava ligið á láni í nevndini, sigur nýggi formaðurin.

 

Les eisini Eg havi einki lyftið fingið

 

- Vit hava altíð havt eitt gott samstarv millum samgongu og andstøðu í fíggjarnevndini, og tað ivist eg ikki í fer at halda fram, sigur hann.

 

Líkt er tó til, at hann ikki verður sitandi í formanssessinum leingi. Løgmaður hevur boðað frá, at um samgongan misti formanssessin í fíggjarnevndini, so fór Javnaðarflokkurin at leggja fram uppskot um at velja allar nevndirnar av nýggjum á næsta løgtingsfundi, sum verður 1. februar.

- Tað óttast vit ikki, tí tað fer einans at styrkja um støðuna hjá andstøðuni. Seinast nevndirnar vóru valdar, hevði samgongan 20 í sínum valbólki, nú fáa tey í mesta lagi 17, sigur nýggi formaðurin í fíggjarnevndini, Bárður á Steig Nielsen. 

 

Les eisini Óttast ikki nevndarbýti