Bárður Nielsen

Bárður Nielsen varð fyri fyrstu ferð valdur á ting, og hann ætlar sær beinanvegin at fara til verka.

TINGMENN

Hann gjørdist fyrst valdur á listanum hjá Sambandsflokk- inum við 196 persónligum atkvøðum. Bróðurparturin av hesum komu í heimbygd hansara, Vestmanna.
Til spurningin, hví fólkið velur at skifta so út í Norðstreymoy, sigur Bárður:
?Mann er væl ikki nøgdur við støðuna sum er. Eg roknaði eisini við, at nú fer okkurt veruligt at henda. Eg ætli í øllum førum at gera mítt. Frá nú av skal tað henda nakað, sigur Bárður Nielsen.
Bárður arbeiðir til dagligt í Kollafirði,og hara hava tey tað við at standa saman um ein mann.
?Tað er nógvar leysar atkvøður í Kollafirði, og vanliga skiftur tað nógv her, sigur Bárður.
Seinasta val hjá Sambandsflokkinum í Norðsreymoy gjørdist eitt sera vánaligt val fyri flokkin, sum alla nýggjari tíð hevur havt valdømisvaldan tingmann í valdøminum. Hetta er so koma aftur í rættlag, kann mann siga.
Sambært Bárði er hetta eisini ein stórur partur av orsøkini til, at valið gjørdist so mikið gott hjá Sambandsflokkinum. Bárður heldur, at tað eisini vóru yngri fólk, ið valdu flokkin, og teir stillaður eisini tveir rættiliga ungar menn upp.
Tað, at Sambandsflokkurin nú fær innskotið nýtt blóð í tingmanningina, heldur Bárður eisini fer at ávirka flokkin.
?Tað fer at merkja eitt sindur, men vit fara ikki nærri fullveldi, sigur ein avgjørdur Bárður Nielsen.
Eitt sindur av muni hevur verið á valstríðnum í teimum ymsu bygdunum í Norðstreymoy heldur Bárður, men tað hevur serliga verið klassiski spurningurin um loysing og samband og vinnuligir spurningar, ið hava verið uppi og vent.

Fakta
Navn: Bárður á Steig Nielsen
Aldur: 30
Bústaður: Á Válinum Vestmanna
Hjúnastøða: Giftur, eigur 3 børn (eitt spildurnýtt)
Uppstillaður áður: Ja, í 1998 og fólkatingsvalið. Hevur verið aktivur í flokkinum síðani.
Starv: Roknskaparleiðari.
Útbúgving: HH og HD fyrsta part, umframt onnur fak innan roknskap