Bárður: Sera týdningarmikil sigur (FM1)

(FM1) Hoyr venjaran hjá kyndilskvinnum, Bárður Johannessen seta orð á 20-18 (10-7) sigurin á Neistanum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá kyndilskvinnum, Bárður Johannessen sum sá sínar spælarar vinna 20-18 (10-7) á Neistanum í dag.

 

Bárður Johannessen staðfestir, at talan var um ein sera týdningarmiklan sigur, tí Kyndil hevði fullkomuliga mist sambandið við oddin um tær høvdu tapt ímóti Neistanum í dag.

 

Bárður Johannessen greiðir frá, at hann og spælararnir høvdu eina góða kenslu áðrenn og undir dystinum, og við góðum málmansavriki hjá Jovanu Stranjanac og sterkum verjuspæli var sigurin grundaður í dag.

 

Nú stendur Turið Arge Samuelsen og bíðar at gerast partur av hópinum, og tað fegnast Bárður Johanessen stórliga um.

 

HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Birgir Hansen, venjara hjá Neistanum.

 

HERber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá dystarendanum. Til ber eisini at hoyra Claus Rasmussen taka samanum dystin.