Børn funnin deyð

Fólk í Fraklandi eru skakað av tíðindunum um, at ein bóndi har eysturi í landinum hevur funnið líkini av fýra nýføðingum. Bóndin fann líkini í einum skógi nærhendis býnum Mulhouse.

Løgreglan sigur, at líkini hava eftir øllum at døma ligið í skóginum í fleiri vikur. Upprunaliga varð hildið, at talan var um eitt lík, men læknakanningar staðfestu skjótt, at leivdirnar vóru av fýra børnum. Læknarnir hava eisini staðfest, at øll fýra børnini vóru á lívi, tá tey vórðu fødd, men nær tey vórðu fødd, ber ikki til at siga.

Løgreglan veit ikki, hvør kann hava lagt tey fýra líkini út í skógin, og hon hevur heldur eingi spor at ganga eftir. Men málið er sera álvarssamt, og tí hevur løgreglan sett ellivu serkøn løgreglufólk at taka sær av tí, skrivar AFP.