Nú er myrkt um morgnarnar tá farið verður frá húsum. Sólin kemur ikki undan kavi fyrr enn út ímóti klokkan níggju. Í Tórshavn tysa menniskju og bilar í øllum aldrum og støddum úr trongum gøtum og skýmligum skotum. Til arbeiðis og í skúla.
Hesa avgerandi løtu stendur alt brádliga í einum roki. Ikki tað at siga, gongubreytirnar eru nærum fólkatómar. Men tað, sum ikki er á gongubreytunum, er á vegunum. Bilar og bussar so langt eygað ber. Við vegamótini kemur mangan steðgur í, og skalt tú sleppa um hávatenn og ferðsluljós sum skjótast, hjálpir at verða eitt sindur frekur og djarvur. Og nógvir bilførarar í Havn eru djarvir. Nógv verður lagt fyri til tess at fáa avkomið rættstundis í skúla. Lærdómur barnanna hevur týdning fyri framtíðina.
Um átta tíðina eru bilar og børn umsíðir savnað við skúlarnar. Og hóast tíðliga á morgni bilar hugflognum onki. Steðgað verður í báðum síðum. Summi eru so beinasom at rulla upp á gongubreytirnar, so ótolni bilførarin aftanfyri sleppur ímillum steðgaðu bilarnar. Nógvir bilar standa við fullum ljósum; tað er jú myrkt.
Úr hesum trunka royna børnini at sleppa snikkaleys inn á skúlaøkið, meðan foreldur við eymligum eygnabrái tryggja sær, at júst teirra elskaða barn kom undan hendan morgunin. Og tað gongur fínt!
Leiðarin á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Jón Kragesten heldur orsøkina vera, at allir bilførarar vita, at her eigur ein at ansa sær.
? Vit kunnu kanska bera saman við breiðar og væl upplýstar vegir, har ongin vandi tykist vera. Har henda vanlukkur, kanska júst tí bilførarar kenna seg tryggar, sigur hann
Hagtølini fyri fólkaskaðar millum børn á veg í og úr skúla eru góð. So góð, at til ber at siga, at nærum onki er at vísa á. Og Ráðið Fyri Ferðslutrygd ætlar, at varðveita hetta góða nullið. Við framhaldandi tilráðingum og áheitanum.
Jón Kragesten heldur, at tiltak løgreglunna eitt ári, tá løgreglumenn stóðu við skúlarnar í tysingartíðini, var sera gott, og hann vónar at tað verður endurtikið. Serliga tí løgreglan í slíkum førum kann eygleiða og skráseta vanligastu brølararnar, sum bilførarar gera.
Eitt tiltak, sum leiðarin á Ferðslutrygd fegnast um, er, at Føroya Sparikassi í ár fer at lata øllum børnum í 1. - 3. flokki eitt endurskin fyri onki. Talan er um eitt av teimum smørtu bondunum við karalási, ið børnini kunnu festa um tjúkkan. Slík samstørv millum vinnu og ferðslutrygd heldur hann hava stóran týdning.
Nú varð stórur dentur lagdur á, at tað er myrkt um morgnarnar. Men hóast vit ganga móti upp aftur myrkari tíðum, er ljós í eygsjón. Sunnunáttina fer summartíðin úr gildi, og klokkan verður flutt ein tíma aftur. Komandi viku verður sostatt ljósari í fyrru tysingartíðini, tá børnini fara í skúla.
Heilt ljóst verður kortini ikki sum frálíður, og tískil er betur at binda enduskinið um heilan legg, hvønn morgun.