Børn og ung slatra dulnevnt um hvønn annan á Instagram

Fleiri Instagramvangar eggja ungum og ungum at senda leysasøgur inn - og nøvn verða nevnd

Á sosiala myndamiðlinum Instagram eru tað í løtuni fleiri vangar, ið eru sera vælumtóktir millum børn og ung í øllum landinum. Vangarnir hava eittans endamál: at slatra um onnur børn og ung.

 

Hesir vangarnir spesialisera seg í hvør sínum øki í landinum. Har er ein vangi fyri slatur í Suðuroynni, ein fyri Sandoynna, ein fyri Vestmanna, ein fyri Vágoynna og ein fyri allar Føroyar. 

 

Hesir instagramvangarnir eggja øðrum brúkarum at senda slatur inn til sín. Tað verður sagt, at slatrið er púra dulnevnt, og síðani leggja slaturbrúkararnir ein tekst við slatrinum út.

 

Fingrarnir vera ikki lagdir ímillum, tá nøvn skulu nevnast, og í summum førum er talan um full nøvn. Har verður skrivað um fólk, ið hava fjastast og tað, sum minni borðbart er. Í flestu førum verður skrivað “Tað sigst at….” 

 

Líknandi síður eru ikki óvanligar, tí slatursíður hava verið at sæð í fleiri ár. Tá hevur talan fleiri ferðir verið um happing og uppsløg, sum fara út um alt mark. Løgreglan kennir ikki til hesar nýggju slatursíðurnar, upplýsir vakthavandi fyri in.fo.