Børnini kappaðust um FM

Leygardagin skipaði Tórshavnar Súkklufelag fyri FM í einkultstarti fyri børn. Kappast bleiv í bólkunum 1, 2 og 3

Súkkling

Leygardagin skipaði TSF fyri ársins seinastu súkklukapping. Kappast varð í FM í einkultstarti fyri børn og kappingin gekk fyri seg á vegnum millum Kaldbaksbotn og Kaldbak.
Luttøkan var góð, tí ikki færri enn 22 børn bjóðaðu hvør øðrum av.
Fýra føroyameistarar vórðu funnir, og millum hesar var Finnur Mellemgaard, ið hevur súkklað kapp í nøkur ár nú. Hann er stinnur í súkkling, og verður hugt eftir meðalferðini hjá Finni, sæst at hann súkklaði teir 4 km við einari rættiliga góðari meðalferð, nevniliga 37 km/t, sum er ein rættiliga góð meðalferð fyri ein súkklara í bólki 3.
Eins og tað sømir seg í stórum einkultstartkappingum, sluppu børnini á fyrsta sinni at starta av einum sokallaðum startrampa. Hetta var sjálvandi spennandi, hildu børnini.
Í bólki 2 var spenningur í, tí stutt var millum nummar eitt og trý, men munin átti Benjamin Thomassen, ið vann við ávikavist 22 og 24 sekundum á Hóra Brynhildarson og Janus í Bøgarði.
Ein góð og spennandi kapping við góðari undirtøku. Hetta fer tí vónandi at hava við sær, at TSF fer at skipa fyri enn fleiri súkklukappingum fyri børn. Livst so spyrst.

Úrslit av FM í einkultstarti fyri børn:

Gentur, bólkur 1, 2 km:
1Beinta á Bøgarði
2Birita Dam
3Eyð Jacobsen

Dreingir, bólkur 1, 2 km:
1Rasmus Mohr Nielsen
2Bogi á Vollanum
3Ragnar Kruse
4Martin Olsen
5Mortan á Bøgarði
6Andrias Dam
7Rói Johannesen

Dreingir, bólkur 2, 3 km:
1Benjamin Thomassen
2Hóri Brynhildarson
3Janus á Bøgarði
4Bartal Veyhe)
5Fríði av Vollanum

Dreingir, bólkur 3, 4 km:
1Finnur Mellemgaard
2Harald Joensen
3Terji Jacobsen
4Rógvi Reinert
5Jens Pauli Johansen
6Martin Kragesteen
7Tóti Kristjansson