Búskaparliga gongdin

- viðmerking til landsstýrismannin í fíggjarmálum

Reidar Nónfjall
????????????
Í sambandi við blaðgrein um almenna búskapin uttan mál og strategi, vísir Bárður Nielsen landsstýrismaður í fíggjarmálum á, at arbeiðsloysið í Føroyum er lágt í mun til onnur lond, og at Føroyar hava avlop á gjaldsjavnanum. Alt gott um hetta, men verður farið afturum hesi tølini sæst, at búskaparliga gongdin ikki er nøktandi.

Arbeiðsloysi
Arbeiðsloysið í Føroyum er umleið 4%. Samanborið við onnur lond er arbeiðsloysið í Føroyum ikki serliga lágt ? forsagnir fyri 2005 um arbeiðsloysi vísa, at tað td. verður 5,7% í Danmark, 5,3% í Svøríki og 4,1 % í Norra.
Arbeiðsloysi er ikki eitt ókent fyribrigdi í Føroyum og føroyingar hava gjøgnum tíðirnar verið noyddir at flutt til onnur lond at fáa sær arbeiði. Í nøkrum førum eru hesi fólk ongantíð vend aftur til Føroya at búgva, meðan onnur eru vend aftur.
Munurin á fyrr og nú er kortini, at fólk eru sera væl upplýst um, hvar tey kunnu fáa eitt trygt og spennandi arbeiðspláss og harafturat kunnu tey brúka sín lærdóm og vitan á einum globalum arbeiðsmarknaði. Fleksibilteturin og mobiliteturin í arbeiðsmegini er sostatt nógv størri enn fyrr.
Arbeiðsloysið í Føroyum sær út til at gerast perma-nent fyri nakrar bólkar av arbeiðsfólki, sum annars ikki fara av landinum at fáa sær arbeiði, vegna aldur, vantandi førleika ella arbeiðsloysi í teimum londum, har tey kundu ynskt at fara til. Hetta slag av arbeiðsloysi, sum er komið til Føroya er kanska eisini eitt tekin um, at vit ikki megna kappingina innan okkara tradtionellu framleiðslu. Spuringurin er eisini, um ikki arbeiðs-loysisprosentið fer at hækka vegna tað, at arbeiðsmegin minkar, tvs. væl útbúgvin arbeiðsmegi er flutt ella í størri mun fer at flyta til onnur lond at búgva og arbeiða.
Er arbeiðsloysisprosentið í Føroyum lægri enn í norðanlondum, av tí, at vit útflyta okkara arbeiðsloysið til Danmark, Norra o.o. lond. Kunnu vit rokna við, at arbeiðsloysisprosentið knappliga fer at hækka munandi, tá tað almenna fer undir neyðugar sparingar á fíggjarlógini og tað fer at raka tað almenna sjálvt og avleiddar vinnur.

Gjaldsjavnin
Gjaldsjavnin vísir handilsliga og fíggjarliga millumverandi millum Føroyar og útlond. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vísir á, at gjaldsjavnin gevur avlop og er hetta eftir hansara meting eitt tekin um, at føroyski búskapurin hevur tað gott. Eg skal royna at argu-mentera fyri, at støðan á gjaldsjavnanum møguliga er eitt tekin um tað øvugta.
Til samanberingar kann nevnast, at danir mittskeiðis í 1980´unum høvdu stór hall á gjaldsjavnanum. Tað vísti seg, at stóra hallið á danska gjaldsjavnanum stavaði serliga frá innflutningi av hátøkni, ídnaðarmaskinur og vinnuligari nýskapan av øllum slag og var við til at styrkja kappingarføri og skapa nýggjar vinnur. Sostatt var tað, sum veruliga hendi, at danska vinnan gjørdi stórar endur-íløgur og nýíløgur. Eftir nøkrum árum ekporteraði Danmark seg úr búskapar-ligari stagnatión og síðan gav danski gjaldsjavnin avlop. Hetta dømið vísir m.a., at fyri at skapa inntøkur muga avhaldast útreiðslur (gera íløgur) - kommersielt sæð er neyðugt, at hvør króna í út-reiðslum gevur meira í inntøku uppá longri sikt.
Spurningurin er, hvat liggur aftan fyri positiva gjaldsjavnan hjá Føroyum. Er tað soleiðis, at innflutningurin av framleiðslutól-um til nýggjar vinnur og vinnuliga nýskapan á landi og sjógvi, er minkaður ella steðgaður? Uppá longri sikt fer henda gongdin ikki at skapa nýggjar vinnur, styrkja kappingarføri og geva avlop í handlinum við onnur lond.