Búskaparráðið á skeivari leið í makrelinum

Búskaparráðið legði mánadagin fram búskaparfrágreiðingina fyri várið 2011. Fráðgreiðingin er áhugaður lesnaður, tí hon fyrst og fremst varpar ljós á støðuna í fiskivinnuni og tørvin á at fremja bygnaðarbroytingar í fiskivinnuni, so høvuðsvinnan fær ein lønandi rakstur. Samanumtikið er frágreiðingin eitt gott upplegg til eitt grundleggjandi orðaskifti um støðuna í føroysku fiskivinnuni.

Men tá tað ræður um makrelin, er Búskaparráðið á heilt skeivari leið.
Ráðið mælir til at leggja eitt tilfeingisgjald á makrelin í 2011. Í frágreiðingini verður sagt:
»Miðalprísurin á makreli var í 2010 umleið 8 kr./kg. Siga vit at kvotan í 2011 verður 100 tús. tons, verður avreiðingarvirðið á makrelinum umleið 800 mió. kr. Tilfeingisgjald til landskassan á t.d. 2 kr. kg. hevði givið 200 mió. kr.«
Tað er rætt, at makrelurin, sum norsk skip fiskaðu á heysti í fjør og seldu um norsku uppboðssøluna hevði ein meðal prís upp á 8 kr. kg. Meðal avreiðingarprísurin av makrelinum, sum føroysk skip fiskaðu í summar, var eina góða helvt av hesum. Skipini fiskaðu í fjør smb. uppgerð hjá Fiskiveiðieftirlitinum sløk 71.000 tons, sum smb. uppgerð hjá Hagstovuni vórðu landað fyri 304 mió. kr. Hetta gevur ein meðalprís upp á 4,30 krónur.
Tí er tað skeivt av Búskaparráðnum at fyrigykla politikarunum, at teir kunnu fáa 200 mió. kr. í tilfeingisgjaldi burtur úr makrelkvotuni.
Harumframt ber ikki til at selja somu atgongumerkir tvær ferðir. Tilfeingisgjald er longu lagt á makrelin í 2011. Løgtingið samtykti 22. desember í fjør, at m.a. reiðaríini hjá nótaskipum í 2011 skulu gjalda ein tilfeingisskatt upp á 2,5% av skattskyldugu inntøkuni omanfyri 1 mió. kr.
Hvussu tilfeingisgjald skal skipast í framtíðini skulu vit ikki taka støðu til her, men tað má verða tað sama fyri allan flotan. Tað er ikki rætt at brúka makrelin til eina royndarverkætlan á hesum øki, soleiðis sum Búskaparráðið mælir til.

Ikki ein nýggjur fiskiskapur
Búskaparráðið sigur fleiri ferðir í frágreiðingini, at makrelfiskiskapurin er ein nýggjur fiskiskapur. Hetta er ikki rætt. Í mong ár hevur makrelurin verið ein partur av rakstrargrundarlagnum hjá nótaskipunum, meðan restin av kvotuni hevur verið brúkt til at keypa botnfisk frá Russlandi, Noregi, ES og Íslandi til botnfiskaflotan.
Tvey viðurskifti ávirka støðuna við makrelinum í løtuni. Annað er, at makrelurin seinastu árini hevur broytt ferðingarmynstur, so hann kemur longur vestur og norður um summarið at leita sær føði. Men hetta er ein og sami makrelstovnur.
Hitt er, at henda støðan er grundarlagið hjá Føroyum fyri at krevja at fáa 15% av samlaðu kvotuni. Fiskiskapurin eftir makrelinum er óvanligur í løtuni, tí ósemjan millum strandalondini hevur við sær, at tað fer fram ein stór yvirfisking í mun til tilmælini hjá ICES. Sambært tølunum hjá ICES var yvirfiskingin í 2010 uppá góð 60%.
So vítt vit vita, taka hvørki Føroyar ella Ísland undir við eini yvirfisking, men londini vilja hava eitt annað býti, sum gevur teimum ein størri part. Seinastu gott og væl 20 árini hevur árliga TAC-ið í meðal verið sløk 600 tús. tons og veiðan nakað tað sama, og eru fiskifrøðingarnir ikki heilt av leið í sínum metingum, so vita vit, hvat vit eiga, tá vit fyrr ella seinni gera eina semju um makrelin.

Ikki rætt at revsa teir, ið tillaga seg
Høvuðsboðskapurin í frágreiðingini hjá Búskaparráðnum er, at veiðitrýstið undir Føroyum seinastu 15 árini hevur verið 50-70% hægri enn tað veiðitrýstið, sum gevur mest búskaparliga. Tí er neyðugt at tillaga flotan.
Hetta er júst tað, sum nótaflotin hevur gjørt seinastu nógvu árini fyri at tillaga fiskiorkuna til fiskimøguleikarnar. Sum vit vístu á í síðstu viku, er svartkjaftakvotan hjá nótaskipunum minkað úr 250.000 tonsum í 2007 niður í 10.000 tons í 2011. Sildakvotan er minkað við 43 prosentum síðan 2009. Tillagingin hjá nótaskipunum byrjaði áðrenn hetta, men síðan eru eru tvey skip afturat tikin úr vinnu. Sum støðan er í dag, er framvegis yvirkapasitetur hjá skipunum, sum eru eftir.
Íløgur eru gjørdar fyri hundraðtals milliónir í at nýmótansgera og at effektivisera pelagiska flotan, fyri at økja avkastið av pelagiska tilfeinginum. Yvir tíð er pelagiska tilfeingið samanlagt rímiliga støðugt, og tað er greitt, at hesar stóru íløgur eru gjørdar við áliti á, at flotin luttekur bæði í niðurgongd og uppgongd í teimum einstøku pelagisku stovnunum.
Umráðandi er, at teir, sum gera íløgur í at tillaga flotan kunnu líta á, at teir eiga rationaliseringsvinningin, og at tillagingin ikki verður brúkt til at koyra nýggja fiskiorku og nýggjar aktørar inn í vinnuna.
Tí er okkara støða, at skeivt er at taka skottið millum uppisjóvarflotan og botnfiskaflotan burtur. Verður pelagiska fiskiorkan økt á annan hátt, so hava vit eitt vánaligari lønsemi í uppisjóvar fiskiskapinum, tá gerandisdagurin í makrelinum fyrr ella seinni kemur aftur.