Fólkatalið er vaksið nógv, og hugurin at sleppa at búgva í Havn er ovurstórur.
Byggivirksemið hevur rættiliga tikið dyk á seg - ikki minst sethúsabyggingin á bæði kommunalt og privat útvegaðum grundstykkjum.
Tað merkja vit í byggi- og býarskipanarnevndini, sum er tann nevnd í Tórshavnar Býráð, ið hevur havt nógv flest mál til viðgerðar hetta seinasta árið. Fundirnir hava verið ikki færri enn 28 í tali.
Bíðilistin at fáa grundstykki til keyps frá kommununi veksur dag um dag. Nú um ársskiftið stóðu eini 700 nøvn á bíðilistanum. Mong eru eisini, sum keypa hús og grundstykki frá privatum útvegarum.
Nýggj kommunal útstykking er komin í gongd. Tórshavnar Kommuna hevur bjóðað 175 stykkir út í Hoyvíkshaganum.
Tað gekk skjótt at selja tey fyrstu 130 stykkini, sum eru til stakhús á stykkjum, sum eru 500, 400 og 300 fermetrar. 31 stykkir eru 500 fermetrar, 45 eru 400 fermetrar og 54 eru 300 fermetrar.
Seinast hevur kommunan boðið út 43 bústaðir í samanbygdum húsum omanfyri hini 130 grundstykkini. Hesi seinastu eru randarhús í nýggjum sniði. Har verða seks lonir við millum fimm og níggju húsum í hvørjari.
Eigarafelag er stovnað fyri hesa útstykking, og væntast kann, at tey fyrstu fólkini kunna flyta inn um eitt ár.
Nýggjar íbúðir á Berjabrekku
Leingi hevur verið talað um alternativar bústaðir til fólk at leiga. Tað gongur striltið at útvega hesar øðrvísi bústaðirnar, tí lóggávan er illa lagað til stórt annað enn vanliga sethúsabygging.
Nógv sethús krevja stórt lendi, og sethús seta stór krøv til peningapungin. Mong høvdu óivað verið nøgd við eina íbúð, sum kostaði knapt so nógv at reka sum eini heili hús, men hetta tykist ikki vera so lætt at bera í bandi.
Tórshavnar Kommuna hevur saman við Húsalánsgrunninum í einum sjálvsognarstovni tikið stig til eina ætlan at byggja einar 60 lutaíbúðir á Berjabrekku.
Tekningarnar eru gjørdar, og tingingar eru við avvarðandi myndugleikar um fíggingingarmyndilin.
Byggiætlanin hevur søkt landsstýrið um, at hon sleppur undan at rinda mvg av arbeiðslønini eins og tey, sum byggja sethús, og at hon fær rentustuðul á sama hátt sum húsaeigarar.
Karsten Hansen, landsstýrismaður, segði nú ein dagin á tingi, at hann prinsipielt er fyri, at leigarar verða settir javnt við eigarar. Men fyri at hetta kann lata seg gera, er neyðugt, at landsstýrið semist um at gera hetta í einum breiðari høpi.
Meir er ikki frætt um málið.
Ætlanir í framtíðini
Ætlanin er at halda fram við útstykkingum í Hoyvíkshaganum. Har skula útvegast møguleikar fyri at byggja einar tríggir býarpartar aftrat, so Hoyvíkshagin einaferð kann verða býur við eini 6000 fólkum.
Har skal gerast miðbýur við handilsgøtu og øðrum útbúnaði, so hagafólkinum ikki nýtist at fara heilt oman til Havnar at gera síni dagligu ørindi.
Somuleiðis skula byggjast skúli, barnagarðar, eldrabústaðir og annað, sum hoyrir býarumhvørvum til.
Hesar ætlanir hava ikki verið til nágreiniliga viðgerð í byggi- og býarskipanarnevndini enn, og fyri ein part liggja tær í arbeiðnum "Havnin í framtíðini", sum ráðgevarafelagið Rambøll Nyvig er farið undir fyri Tórshavnar Kommunu.
Men við tí stóra eftirspurningi, sum er eftir bústaðarmøguleikum í Havnar Kommunu, verður tann næsta kommunala útstykkingin óivað boðin út, áðrenn tað stóra plánleggingararbeiðið er liðugt.
Aðrar leiðir at byggja býin út verða eisini nevndar. Ein er at byggja fast í Norðasta Horn framvið Velbastaðvegnum og aðrir at útvega grundstykkir í teimum mongu bygdunum í kommununi.
Hugsað eigur eisini at verða um møguleikar saman við Kirkjubøar Kommuna, sum hevur víst áhuga fyri samarbeiði við Tórshavnar Kommunu.
Nógvar privatar ætlanir
Aftrat tí, sum kommunan er beinleiðis uppií, er bygging av eini 400 húsum og íbúðum í gongd og í umbúna ymsastaðni í kommununi í løtuni.