Tórshavnar Bátafelag hevði ársaðalfund tann 8. okt 03 í hølum felagsins. Øll nevndin bleiv afturvald.
Á nevndarfundi tann 27. nov. skipaði nevndin seg soleiðis:
Kartni Olsen, formaður
Øssur Hjalt, næstformaður
Alvi Nielsen, kassameistari
Páll Klein, skrivari
Erhard Mortensen, nevndarlimur.
Eyðkalimir: Petur Jensen
Jegvan Bæk
Felagið veksur alsamt, og hevur nú meiri enn 600 limir.
Hugnaligu felagshølini niðri í Vágsbotni eru opin mánakvøld og mikukvøld kl.20.00 til 22.00, og leygardag kl. 10.00 til 12.00. Tá hittast limirnir til ein kaffimunn og hugnaligt prát um alt, sum hevur við bátar og sigling at gera, og mangt, mangt annað.