Bátar á Hjalla og í Vágsbotni

Í túninum uttanfyri inngongdina til høllina á Hjalla standa tveir snøggir bátar, sum vera sýndir fram á North Atlantic Fish Fair. Aðrir bátar vera sýndir fram í Vágsbotni Smápartafelagið Sp/f Rúnar, sum Hans Petur Ellingsgaard í Saltangará eigur, hevur tríggjar franskar glastrevjabátar við á North Atlantic Fish Fair. Tveir av bátunum standa uttanfyri framsýningarhøllina á Hjalla og ein liggur í Vágsbotni.

Hetta eru bátar, sum kunnu brúkast til stuttleikasigling, samstundis sum teir eru væl egnaðir til ein túr í fjørðin við snellu ella tráðu.

Hans Petur Ellingsgaard sigur, at bátarnir, sum kunnu fáast við leysamotori, føstum motori við drevi ella við føstum motori og aksli, eru millum 19 og 25 føtur langir.

- Vit hava trý sløg av bátum, men sniðini eru fleiri, og prísirni liggja úr 150.000 krónum og uppeftir.

Teir, sum sigla skjótast, sigla einar 25-30 míl um tíman.

- Bátarnir fáast bæði við diesel og bensini, sigur hann.

Sp/f Rúnar er sama felag, sum eigur bygningin, har Kiosk Vár húsast í Saltangará, og tað er Hans Petur Ellingsgaard, sum eigur felagið.