Stjórin í Ferðslutrygd heldur, at mongu bøturnar í grein-13 kanningunum í summar eru ein áminnng til bilførarar um at brúka trygdarbeltið og at hava bilin í góðum standi Fimti hvør bilaførari, sum verða steðgaður í grein 13 kanning í summar, fekk bót frá løgregluni.
83 sótu ikki í trygdarbelti, hjá 49 vóru ljósini ikki í lagi, 47 høvdu einki koyrikort hjá sær, 10 koyrdu ov skjótt og hjá 40 akførunum vóru dekkini ikki í lagi.
- Tað er at fegnast um, at løgreglan ger grein-13 kanningar, og tær mongu bøturnar hesaferð eiga at verða ein áminning til okkum bilførarar, um at hava bilin í góðum standi og brúka trygdarbeltið - ikki minst nú myrkari og kaldari tíðir eru fyri framman, sigur Sølvi Reinert Hansen, stjóri í Ferðslutrygd
- Tað er lívsvandamikið ikki at brúka trygdarbeltið, og bilurin skal eisini verða í lagi ? ikki minst nú tað verður myrkari og kaldari, sigur Sølvi Reinert Hansen.
Er tað ein vandi fyri, at standurin á bilunum og harvið eisini ferðslutrygdin verða verri av, at niðurgongd hevur verið í búskapinum?
- Ja, tað kann ivaleyst hugsast, at fólk ikki hava somu pengarnar til viðlíkahald av bilum, men hagtølini vísa, at tað eru færri ferðsluvanlukkur í ringum tíðum. Men ja, tað er ein ávísur vandi fyri, at bilarnir verða í verri standi í slíkum tíðum.