Bóðu um umbering fyri at Smyril ikki slapp til kei

- Tá ið Smyril kom á Havnina í morgun, var alt upptikið, so hann mátti liggja á vágni og bíða eina heilan tíma

Suðuroyarsiglingin
 
 Tey, sum komu til Havnar í morgin við Smyrli, fingu ein nógv longri túr, enn tey høvdu ætlað.
Tá ið Smyril kom til havnar klokkan næstan átta í morgum, var onki pláss við bryggjuna og bæði Smyril og ferðafólk máttu tískil lata sær lynda at liggja úti á Havnarvág og bíða í ein heilan tíma, áðrenn bryggjukanturin var ruddaður so frægt, at suðuroyarskipið fekk lagt at.
Orsøkin til, at pláss ikki var fyri Smyrli, var tann, at Norrøna lá í Havn, men tað ger hon hvønn mánamorgun og tað veit Strandferðslan av.
Men av tí sama plagar Smyril at leggja at úti á molanum mánamorgnar.
Men har slapp hann heldur ikki at, tí har lógu farmaskip.
Farmaskipið loysti ikki fyrrenn klokkan var farin av nakað væl av hálvgum níggju og tá skuldu boyur leggjast niður við bryggjuna, so at Smyril kundi leggja at og fáa ferjuskráan at passa til keiina.
 - Hetta er ikki ein mannagongd, sum Strandferðslan góðtekur og vit hava eisini gjørt vart við okkara ónøgd hjá Tórshavnar Havn, sigur Regin Vágadal, rakstrarleiðari hjá Strandferðsluni.
Fólk, sum, kenna til viðurskiftini siga, at aðrastaðni hava ferðamannaskip altíð fyrsta rætt og í eini frágreiðing og eini umbering til Strandferðsluna, staðfestir Tórshavnar Havn eisini, at tá ið Smyril kemur til Havnar, skal  pláss verða fyri honum við bryggjuna.
Men tað, sum er hent í hesum førum, er ein serlig støða.
-Trupulleikin er, at Dettifossur kom á Havnina sunnukvøldið og bað um loyvi at leggja at longur inni á molanum, tí tað var so ókyrt heilt har úti.
- Av tí, at Dettifossur boðaðu frá, at hann skuldi avstað aftur klokkan seks í morgun, metti Tórshavnar Havn ikki, at tað var nakar trupulleiki.
Men tá ið klokkan var farin av seks, lá Dettifossur framvegis. Klokkan 7.15 var Tórshavnar Havn aftur í sambandi við Dettifoss og tá segði hann, at teir loystu í seinasta lagi ein hálvan tíma seinni, ella klokkan 7.45 og tað er áleið tá ið Smyril kemur.
Men so vísti tað seg kortini, at Dettifossur fór ikki fyrrenn klokkan 8.30 og tá hevði Smyril ligið á vágni og bíðað eftir plássi eini trý korter.
Tá ið Dettifossur var farin, skulu boyurnar riggast til, so at Smyril f ekk lagt at, so alt í alt var Smyril ein tíma seinkaður.  
Havnarskrivstovan vissar Strandferðsluna um, at slíkt skal ikki henda aftur.
- Tað skal vera pláss fyri Smyrli. Vit biðja um umbering. Feilurin liggur hjá okkum, hevur Havnarskrivstovan boðað Strandferðsluni frá í morgun.
 
Broyta ferðaætlanina
Annars vísir Strandferðslan á, at Norrøna hevur broytt ferðaætlanina í tíðarskeiðinum frá 4. mars til 8. apríl, soleiðis at Norrøna siglir av Havnini kl. 17 hósdagar.
Strandferðslan plagar at laga ferðaætlanina hjá Smyrli eftir siglingini hjá Norrønu. Og tað verður eisini gjørt í hesum føri.
Tí ætlar Strandferðslan at broyta ferðaætlanina hjá Smyrli teir komandi fýra hósdagarnar frá 16. mars til 6. apríl, soleiðis at Smyril siglur av Tvøroyri klokkan 14 seinnapartar hesar komandu fýra hósdagarnar, ístaðin fyri klokkan 15.30, sum hann plagar.
Silja Star til Nólsoyar
Annars er Nólsoyarskipið, Ritan, farin á beding á Tórshavnar Skipasmiðju og tí er Silja Star farin at røkja ferðafólkasiglingina Imillum Havnina og Nólsoy.
Eftir ætlan verður Ritan liðug 24. mars
Silja Star tekur 48 ferðafólk, men sleppa ikki øll við, verður siglt tvær ferðir.
Samstundis fer Dragaberg  at sigla við farmi ímillum Nólsoy og Havnina
Regin Vágadal sigur, at Silja hvur siglt í dag og tað hevur eydnast væl, hóast veðrið ikki akkurát er av tí besta.