EB/Streymur fær í Gundadali seint seinnapartin sunnudagin høvi at vísa, at tað ikki bara er í steypakappingini, at tað kann ganga væl. Í landskappingini hevur tað tvær tær seinastu ferðirnar verið soltið. Eftir 3-0 tap í Fuglafirði endaði tað við málleysum javnleiki á heimavølli ímóti NSÍ, sum hevði góðar møguleikar at vinna øll stigini.
Framúr síðsta løtan í steypadystinum ímóti NSÍ, tá ið 0-3 varð vent til 4-3, styrkir um vónirnar, nú EB/Streymur skal royna seg á útivølli ímóti toppliðnum B36:
-Hatta var fantastiska stuttligt. Vit spældu ikki væl í 1. hálvleiki ímóti NSÍ. Men tá ið vit minkaðu um munin til 3-1, kendist fjáltur at koma á mótstøðumenninir, og so eydnaðist tað kortini, hóast tað leingi sá svart út. Í EB/Streymi geva teir ikki skarvin yvir, og tað kemur væl við, at vit hava so vandamiklar álopsspælarar, sigur Jónas þór Næs. Eftir fleiri ár í útlegd er hann aftur í føroysku kappingini og í EB/Streymi. Tá ið hann seinast spældi í føroysku kappingini, umboðaði hann B36. Tað var í 2010.
Arnbjørn Hansen hevur leingi verið skaddur. Ímóti NSÍ sást, at hann er rættiliga komin fyri seg aftur. Hjá EB/Streymi er tað ivasamt, um miðvallarin Brian Olsen verður førur fyri at spæla orsaka av fótskaða.
B36 er topplið. Tølini siga, at árstalsfelagið eigur besta álopið av øllum. Adeshina Lawal, Lukasz Cieslewicz, Jákup á Borg og ikki minst Róaldur Jakobsen hava skorað fleiri mál enn nakað annað lið.
Síðstu tvær ferðirnar hevur talan verið um útisigrar – 4-2 á Toftum og 5-2 í Fuglafirði. Serliga í 1. hálvleiki í Fuglafirði í 6. umfari var talan um sannførandi avriki.
Í B36 hvíldu teir frá kappingum síðsta vikuskifti. Tá var teambuilding, sum tað verður rópt, á skránni. Higartil hevur tað gingið sum eftir ánni
Tindurin er vunnin, hóast fleiri í verjuni hava verið skaðaplágaðir. Nú sær betri út, tí Klæmint Matras er komin fyri seg aftur. Benjamin Heinesen er leikbannaður, og Símun Joensen er framvegis knæskaddur.
B36-EB/Streymur: Ransin N. Djurhuus klokkan 17.15.