B36 er tætt sum fløskan

Síðani B36 17. juni í 13. umfari var fyri eyðmýkjandi 2-1 tapi á Argjum, hevur tað gingið sum eftir ánni. Í fimm umførum hevur B36 fingið fimtan stig við málmuninum 12-0!

Fína gongdin hevur borið næstfremsta plássið og góðan FM møguleika við sær. Í dag vitjar VB/Sumba, sum er næstaftast, í Gundadali. Hóast støðutalvan leggur upp til, at B36 er greiður favorittur, so verður í B36 undirstrikað, at gestirnir hesa ferð ikki eiga at verða undirmettir:

- Sýna vit ikki rætta hugburðin, so verður tað vandamikið. VB/Sumba hevur fleiri ferðir seinastu tíðina verið á odda, áðrenn teir hava mist, og teir hava víst dygdir á útivølli. Eitt nú megnaðu teir málleysan javnleik síðsta sunnudag, tá ið teir vóru á Sandi, vísir B36 miðvallarin Hanus Thorleifsson á.

Í Vági vóna teir, at okkurt stigið verður í viðførinum suður aftur sunnukvøldið. Men tað verður sera torført:

- Tað er ikki bara sum at siga tað, at spæla í Gundadali ímóti B36. Støðan hjá okkum er ikki góð, og vit hava brúk fyri øllum tí, sum vit kunnu skava saman. Eisini tí sum vit møguliga kunnu vinna í Gundadali. Men tað verður torført, sigur Dan Djurhuus hjá VB/Sumba.

Hjá B36 er miðvallarin Heini í Skorini tøkur aftur eftir leikbann. Ingi Højsted hevur brotið kjálkabeinið. Hjá VB/Sumba er Birni Kærbech skaddur og Aco Pandurovic ivasamir. Báðir dragast við skaða í fótliðnum.