Alt bendir í løtuni á, at tað verður B36, sum skal hitta EB/Streym í steypafinaluni.
Nú 2. hálvleikur er eitt korter gamalur, hevur B36 økt um leiðsluna ímóti HB, so hon nú er 2-0.
Tað ber við sær, at um tað skal eydnast HB at røkka finaluni, so skulu teir svørtu og reyðu skjóta trý mál síðsta lítla hálva tíman.
Tað var ungverski miðvallarin Nagy Tamás, sum økti til 2-0. Uppspælið var í høgru, og tað var 17 ára gamli Róaldur Jacobsen, sum sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann kom í brotsteigin og legði eitt sindur aftur eftir til Nagy Tamás, sum smekkaði bóltin í netið.