Tað hevur ikki gingið nakað serligt seinastu ferðirnar hjá næstbesta B36 liðnum. Undan grannauppgerðini í Gundadali í dag var B36 fimm ferðir á rað farið av vøllinum, uttan at tað var eydnast at vinna fulla úrtøku.
Í dag var tað heilt øðrvísi. B36 átti heimavøll ímóti grannunum í HB, og B36 vann 9-2 eftir hálvleiksstøðuna 4-0.
Tað vóru nógvir spælarar á vøllinum í dag, sum higartil í ár hava spælt nógv í bestu deildini. Á B36 liðinum var Stefan Radosavljevic í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin loysti Hannes Agnarsson hann av. Ragnar Samuelsen, Erling D. Jacobsen og Brian Jakobsen vóru allir millum teir fyrstu ellivu.
Í fyrra hálvleiki skoraðu Mattias W. Joensen, Stefan Radosavljevic við brotssparki, Ragnar Samuelsen og Brian Jakobsen, og eftir steðgin øktu Niklas Joensen og Andrass Johansen um munin til 6-0, áðrenn HB minkaði um munin til 6-1 og 6-2. Málskjúttar vóru Áki Samuelsen og Øssur M. Dalbúð.
Jóhann Joensen og Markus Hellisdal øktu til 8-2, áðrenn Ragnar Samuelsen setti punktum við at skora fyri aðru ferð og staðfesti rimmar 9-2 sigurin.
Á HB liðnum vóru umframt Øssur M. Dalbúð René S. Joensen, sum í 52. minutti varð avloystur av Tróndi Jensen, og Samuel Johansen Chukwudi. Ási Dam var á vøllinum í fyrra hálvleiki.
Merkisvert var tað, at 46 ára gamli fyrrverandi HB málverjin Bárður Johannesen í dag vardi HB málið í næstbestu deildini.
B36 hevur 20 stig, og HB hevur 24 stig.
Um eina viku skal B36 spæla á útivølli ímóti toppliðnum Víkingi, og HB skal spæla á heimavølli ímóti grannunum í FC Hoyvík.